Avloysarin hjá Concorde á veg

Avloysarin hjá Concorde á veg

2017-12-19 13:40 Author image
Georg L. Petersen

Í 2003 lendi Concorde flogfarið fyri seinastu ferð, og síðan tá hava fleiri roynt at ment ein avloysara fyri einasta yvirljóðsflogfar fyri ferðafólk. Og nú sær út til, at okkurt fer at henda.

Felagið Aerion fór stutt eftir 2003 undir arbeiðið at menna eitt avloysaraflogfar, men verkætlanin steðgaði tá fíggjarkreppan rakti. Men nú, trettan ár eftir at felagið varð stovnað, bendir alt á, at ferð er um at koma á verkætlanina aftur, sambært JyllandsPosten.

Tað er júst 50 ár síðan at Concord lætti sær á fyrstu ferð í Toulouse í Frankaríki, og á ársdegnum var eitt samstarv millum Aerion og amerikanska Lockheed Martin kunngjørt. Lockheed hevur drúgvar royndir við stríðsflogførum, so sum F-117, F-22 og F-35.

Nýggja flogfarið verður fyri tey útvaldu og tekur bara tólv ferðafólk. Ferðin verður upp til 1,4 mach. Hvørt flogfar fer at kosta omanfyri 100 milliónir dollarar. Ætlanin er at flogfarið skal royndarflúgvast í 2023.

Onnur líknandi flogfør eru á veg, millum annað eitt frá felagnum Boom Supersonics, sum ætlar at framleiða líknandi flogfar til 50 ferðandi. Avtalur eru longu gjørdar við Japan Airlines og Virgin Galactic.

placeholder

Meira langlesnaður