Avlýsingin kundi verið betur umhugsað

Avlýsingin kundi verið betur umhugsað

2017-05-31 08:36 Author image
Leif Láadal

Oyggjadagurin hjá Tórshavnar kommunu varð hildin í fyrrárið og í fjør. Men í ár boðaði kommunan frá, at Oyggjadagurin 2017 bleiv avlýstur.

- Avgerðin varð tikin, tí hann segði frá mjørka fyrrapartin, tá ið flestu túrarnir til Kolturs og út í Hest skuldu vera, sigur kommunan, sum tó ásannar, at avgerðin at avlýsa Oyggjadagin kundi verið betur umhugsað.

- Ferðafólk høvdu glett seg til dagin, og bygdarfólkið hevði fyrireikað seg væl. Tá ið avgerðin at avlýsa bleiv tikin, varð serliga hugt eftir gongutúrunum upp á oyggj í Koltri og túrunum upp á oynna úti í Hesti. Svart var í erva, og tí bar ikki til at gera hesar túrarnar, sigur kommunan. 
Nú, avgerðin hevur verið eftirmett, tekur kommunan í egnan barm og viðgongur, at hon var í so bráð at avlýsa allan dagin.

- Kommunan kundi skipað dagin øðrvísi, ikki farið til fjals og heldur gjørt gongutúrar aðrastaðni í oyggjunum, verður sagt. 
- Hetta hevði sjálvandi verið ein góð loysn, sum hevði borið væl til. Tað harmar meg, at vit avlýstu dagin, tí út á dagin bleiv veðrið av tí besta, og bæði úti í Hesti og í Nólsoy høvdu ferðafólk og bygdarfólkið fingið ein góðan dag saman, sigur Jákup Dam, formaður í Økisnevndini.


Kelda og lesið meira HER

placeholder

Meira langlesnaður