- Vit samráðast ikki við gíslatakarar

2016-07-27 11:48 Author image
Sigmund Vang

Í feskari grein á heimasíðuni hjá Føroya Fiskimannafelag skrivar nevndarlimurin millum annað, at einasta ódámliga í málinum um lønarviðurskiftini umborð á Norðingi, er framferðin hjá reiðarínum og tess talsmonnum.

Axel Hansen skrivar:

”Advokatar kunnu brúkast til mangt og hvat, og nú hevur Hanus Hansen, reiðari, so sent sín advokat, Óla Jákup Kristoffersen, í býin at agitera fyri reiðaríið í málinum um Norðing.

Advokaturin heldur framferðina hjá Fiskimannafelagnum vera ódámliga, tí felagið hevur gjørt vart við, at Norðingur ikki heldur sáttmálan og tískil heldur ikki lýkur treytirnar fyri at keypa á tilfeingis-uppboðssøluni.”

Axel Hansen heldur áfram:

” Hanus Hansen er næstformaður í Føroya Reiðarafelag, og Óla Jákup Kristoffersen er ein royndur vinnuadvokatur. Teir vita væl, hvussu sáttmálar virka. Og teir vita eisini væl, at tað er at  undirgrava sáttmálan, tá teir bara fara uttanum hann og gera avtalu við einstaka manning, sum eisini klárt og greitt fær at vita, at skipið verður selt aftur, um reiðaríið ikki fær sín vilja.

Kortini gera teir júst hetta við beráddum huga. Og tað er tað, sum er ódámligt í hesum málinum.”

 

Lesið meira HER

  

Meira langlesnaður