Manningarviðurskiftir: Axel vil hava svar

2016-07-27 22:12 Author image
Sigmund Vang

Seinastu dagarnar hevur mikil orðadráttur verið millum Føroya Fiskimannafelag, har nevndarlimurin Axel Hansen hevur víst á, at manningarviðurskiftini umborð á Norðingi ikki fylgja galdandi sáttmálum, og so reiðarínum hjá Norðingi og sakførara tess. Orðadrátturin hevur verið í miðlunum, har partarnir hava skifts um at úttalað seg.

Fyrr í vikuni kom fram, at Axel Hansen, nevdarlimur í Fiskimannafelagnum, hevur heitt á Vørn um at kanna, um Norðingur yvirhøvur hevur rætt til at keypa kvotur á uppboðssølu. Vørn vísti fyrispurningin frá sær við at vísa til kunngerðina um júst hesa uppboðssølu. Men Axel Hansen er als ikki nøgdur við hesa handfaring av málinum, og tí hevur hann nú kært málið til landsstýrismannin í fiskivinnumálum. Hann vísir millum annað til lógina um fiskiskap í Barentshavinum, har tað í grein sjey stendur soleiðis:

”Manningar á fiskiførum undir føroyskum flaggi, sum fiska makrel, norðhavssild, svartkjaft ella botnfisk í Barentshavinum, og manningar á móttøkuskipum undir føroyskum flaggi, sum taka ímóti somu fiskasløgum, skulu í 2016 lønast samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg.”

- Hvør skal hondhevja hesa ásetingina, um tað ikki er Vørn, spyr Axel Hansen og heldur áfram:

”Sambært miðlunum sigur Vørn, at tey hava ikki heimild at taka avgerð í trætumálum millum reiðarar og manningarfeløg. Við hesum hevur Vørn júst tikið støðu í málinum, tí um stovnurin brúkti 5 minuttir upp á at kanna málið, so høvdu tey funnið út av, at har er ongin træta. Har er nevniliga ongin onnur avtala enn sjálvur sáttmálin at halda seg til, og tað er honum, sum reiðarin á Norðingi noktar at fylgja. Tískil er ongin ivi um, at lógarásetingin omanfyri ikki verður fylgd. Men um so var, at nakar ivi var um hetta, so átti Vørn, eftir míni bestu sannføring, í minsta lagi at kravt, at ivamálið varð loyst, áðrenn Norðingur fekk loyvi at keypa kvotu á uppboðssølu. Men Vørn letst ikki um vón um hetta. Tískil hevur hesin almenni fyrisitingarmyndugleikin eisini blástemplað framferðina hjá reiðarínum og tikið støðu í tess favør.”

 

Kelda: Fiskimannafelag

 

placeholder

Meira langlesnaður