B Jones á Voxbotn 2018

B Jones á Voxbotn 2018

2017-12-22 10:19 Author image
Leif Láadal

Enn eitt útlendskt navn er komið á plakatini hjá Okkara Voxbotn 2018 og er tað kvinnuligi DJ’arin B Jones, boða fyriskipararnir frá.

B Jones telist millum best umtóktu kvinnuligu dj’arum í Evropa í løtuni. Hon er búsitandi á Ibiza, men ferðast nógv runt í Evropa, har hon er dj á stórum spælistøðum og festivalum. Alt summar hevur hon verið á plakatini saman við millum øðrum Kygo, Martin Garrix, Tiesto, David Guetta og fleiri øðrum kendum DJ’s.

Meira langlesnaður