Høgni Madsen og B36 skiljast

2016-06-08 13:12 Author image
Dimma

Undan kappingarárinum í ár var Høgni Madsen eitt av nýggju andlitunum í Effo-hópinum hjá B36. Høgni var eisini fastur fúsur á miðvøllinum, til ein skaði gjørdi um seg fyrst í mai mánaði.

Nú er tó greitt, at Høgni ikki spælir aftur fyri B36 á hesum sinni. Høgni og B36 hava nevnliga gjørt av, at partarnir nú fara hvør til sítt. Tað skrivar heimasíðan hjá B36.

Høgni Madsen hevur spælt 13 dystir fyri B36 í ár. Nú skal hann finna sær nýtt felag. Hann hevur higartil umboða 7 feløg í Føroyum. Tey eru ÍF, GÍ, EB/Streymur, FC Suðuroy, KÍ, NSÍ og B36.

placeholder

Meira langlesnaður