Sum í útlondum: Eitt meistarligt skiftirúm

2016-06-06 12:52 Author image
Sigmund Vang

Tað er framvegis soleiðis, sum nevnt omanfyri, kring nakrar vallir í Føroyum, men nógv skiftingarhús hava seinnu árini fingið eina yvirháling, eins og hugsað verður meira um hesar umstøður, tá bygt verður nýtt.

Í B36-húsinum hava tey brúkt orku upp á at gera umstøðurnar hjá bestu liðunum væl betri enn tær vóru frammanundan, eins og vitjandi liðini eisini skulu hava tað gott. Sum tað sæst á myndini, hevur hvør spælari nú sítt egna fasta pláss við navni, skápi og bonki eins og gólvplássið er blivið størri.

Tað er Havnar Træsmiðja, sum hevur gjørt umvælingini hjá meistaraliðnum.


Er tað so, at onnur fótbóltslið eisini hava gjørt eitt sindur burturúr sínum skiftirúmum, eru tit vælkomin at leggja myndina undir hesa grein á Facebookvanganum hjá Dimmalætting.

 

 

Meira langlesnaður