B36 skal til Malta

2016-06-20 11:10 Author image
Dimma

B36 skal spæla móti Valetta í Champions League. 

Tað gjørdist greitt beint nú, tá ið UEFA trekti lut um, hvussu londini hittast í undanumfarin til Champions League.

Dystirnir verða spældir 28. ella 29. juni, tá ið B36 skal til Malta, og heima verður spælt 5. ella 6. juli.

Seinast B36 spældi á Malta, vunnu teir 3-0, so møguleikin skuldi verið góður fyri einum líkinda úrsliti og víðari luttøku í Champions League.

Kemur B36 víðari skal B36 spæla ímóti Reyðu Stjørnu Beorgrad úr Serbia.

placeholder

Meira langlesnaður