Tað gongur við rúkandi ferð hjá Bakkafrost

2017-02-27 11:34 Author image
Dimma

- Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost fyri 2016 var 1.165 milliónir krónur í mun til 1.001 milliónir krónur fyri 2015. Árið 2016 gjørdist tí metgott. Virksemið á landi og sjógvi hilnaðist væl, samstundis sum laksamarknaðurin var góður. Úrslitið fyri liðugvørudeildina hevði munandi tap í 2016 orsakað av høgu laksaprísunum á spotmarknaðinum, sum í stóran mun ávirka rávørukostnaðin á liðugvøru­deildini. Positivar virðisjavningar av biomassa viðførdu, at úrslitið eftir skatt var 1.339 milliónir krónur fyri 2016 samanborið við 810 milliónir krónur fyri 2015, skrivar Bakkafrost í tíðindfaskrivi.

Og stjórin, Regin Jacobsen, fegnast sjálvsagt.

  

- Góða gongdin á laksamarknaðinum í 2016 hevði positiva ávirkan á úrslitið hjá Bakkafrost. Hóast tøkunøgdin lækkaði í 2016 í mun til 2015, hevði Bakkafrost eitt metúrslit í 2016. Alideildin og Havsbrún høvdu framúr gott úrslit, meðan umstøðurnar hjá liðugvøruvirkjunum vóru torførar í 2016. Í 2016 byrjaði kryvjivirksemið í nýggja virkinum á Bakka, og væntandi fara vit at síggja munadyggar rakstrarfyrimunir, tá ið eisini liðugvøruframleiðslan á sama virki er komin nakað áleiðis í innkoyringini. Síðstu árini eru stórar íløgur gjørdar til at minka lívfrøðiliga váðan – og nýggja tænastuskipið Martin, sum kom á Havnina ímorgun, vóna og vænta vit fer at vera eitt nýbrot innan hetta økið, segði Regin Jacobsen.

  

Á ársaðalfundinum hjá Bakkafrost, sum verður fríggjadagin 7. apríl, fer nevndin at skjóta upp, at 8,70 krónur verða goldnar út í vinningsbýti fyri hvørt partabræv. Hetta gevur eitt samlað vinningsbýti á 425 milliónir krónur.

Og í somu umbering kundi hann eisini boða frá, at enn eitt skip kemur í flotan hjá Bakkafrost. Felagið hevur keypt enn eitt skip, sum hevur virkað í frálandavinnuni, men sum nú skal umbyggjast, so tað fer at líkjast Martin.

Talan er um skipið Skandi Waveney, sum skal hava navnið Róland, sum var annar bróður Hans á Bakka. Sostatt eru teir tríggir brøðurnir, ið stovnaðu Bakkafrost í 1968, kallaðir upp við hesum trimum stóru tænastuskipunum hjá Bakkafrost.

Róland kemur ætlandi í føroysku skipaskrásetingina longu miðskeiðis í mars. Væntandi verður skipið klárt at fara í vinnu í juni í ár.

 

  

Meira langlesnaður