Bakkafrost 2. ársfjórðing: 150 mió. meira á botnlinjuni

Mynd: Bakkafrost

Bakkafrost 2. ársfjórðing: 150 mió. meira á botnlinjuni

2017-08-22 09:08 Author image
Leif Láadal

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri annan ársfjórðing 2017 var 459 milliónir krónur eftir skatt, saman­borið við 307 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2016. Alideildin hevði eitt rakstrarúrslit á 489 milliónir krónur samanborið við 358 milliónir krónur annan ársfjórðing í fjør. Liðugvørufram­leiðslan gav eitt rakstrarhall á 54 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing í ár í mun til eitt rakstrarhall á 68 milliónir krónur fyri sama ársfjórðing í fjør. Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún var 48 milliónir krónur samanborið við 45 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing í fjør, uppysir Bakkafrost í skrivi sent miðlunum.

Í øðrum ársfjórðingi 2017 læt Bakkafrost fulltíðar starvsfólkunum frá 2016, ið enn eru í starvi í felag­num, bonus partabrøv svarandi til 2% av lønini í 2016. Samlað læt Bakkafrost starvsfólkunum 19,6 túsund partabrøv, sum svaraði til eitt virði á 4,7 milliónir krónur.

 Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 560 milliónir krónur við endan av øðrum ársfjórðingi 2017, og felagið hevði 719 milliónir krónur í ótroyttum kredittum. Solvensurin hjá Bakkafrost var 64% við endan av øðrum ársfjórðingi 2017.

placeholder

Meira langlesnaður