Bakkafrost íløgur fyri 2,2 milliardir komandi 5 árini

2016-06-07 07:52 Author image
Dimma

Í tíðarskeiðnum frá 2016 til 2020 fer Bakkafrost at gera íløgur fyri 2,2 milliardir krónur.

Hesum boðar føroyski alirisin frá í morgun.

Regin Jacobsen, stjóri, sigur at endamálið við framtíðarætlanini til 2020 er "at tryggja burðardygga aling, lækka lívfrøðiliga váðan, menna og kappingarføri og skapa vakstrarmøguleikar".

Íløgurnar verða gjørdar í fleiri partar av virðisketuni, og størsti parturin av íløgunum verður gjørdur í smoltstøðir. Íløgur vera eisini gjørdar í framleiðsluni av fiskamjølli, lýsi og fóðri, umframt sjógvaalingina.  Íløgur verða fíggjaðar við peningi frá rakstrinum og núverandi tøkum fíggingarmøguleikum, sigur Bakkafrost.

Framtíðarætlanin hjá Bakkafrost er at framleiða 14 miliónir smolt um árið, sum við í miðal 500 gram. Fyri at náa hesum er Bakkafrost farið undir at byggja stóra smoltstrøð á Strond í Klaksvík, og harumframt ætlar Bakkafrost at kja smoltorkuna í fleiri støðum.

Fyri at alingin á sjónum skal fylgja við øktu framleiðsuni á smoltstøðunum á landi, fer Bakkafrost at gera íløgur í aliútgerð á sjónum.

Bakkafrost hevur eisini gjørt stóra íløgu í kryvji- og liðugvøruvirki á Glyvrum. Eftir ætlan verður nýggj framleiðslulinja til laksamjøl og -lýsi eisini bygd á Havsbrún í Fuglafirði, framleiðslan byrjar í 2017.

placeholder

Meira langlesnaður