Brexit: Bakkafrost fótaði sær - og hækkaði (dagført)

2016-06-24 16:43 Author image
Jógvan Samuelsen

Bakkafrost er í morgun fallið meira enn eina hálva milliard krónur í virði.

Orsøkin eru broytingarnar, sum íleggjararnir síggja, eftir at veljararnir í Bretlandi í gjár valdu, at tey skulu úr ES aftur.

Hetta skapar ótryggleika, tí eingin í veruleikanum, hvørjar veruligu avleiðingarnar vera, og tað endurspeglast á kursunum í keypskálunum, har teir stórt sæð yvir ein kamb vísa reyð tøl í dag. Summir meiri, aðrir minni.

At tað eru stór tøl, sum sveiggja, kann best lýsast við einum føroyskum dømi.

Bakkafrost, sum jú er skrásett í keypskálanum í Oslo, hevur í skrivandi løtu mist umleið eina hálva milliard í virði.

Tølini sveiggja nógv, og kunnu broytast báðar vegir, men tá dagurin byrjaði var fallið heilt upp í sjey prosent. Tað vil siga, at felagið frá morgunstundini var eina milliard minni vert enn tað var, tá keypskálin lat aftur í gjár.

Seinni hevur partabrævið fótað sær eitt sindur, og nú liggur fallið um trý prosent. Tað svarar til umleið 10 kursstig, sum aftur svarar til eina hálva milliard krónur.

Hvussu álvarsliga tølini skulu tulkast, er vælsaktans ivasamt, tí í løtuni er tað sum sagt eingin sum veruliga kennir avleiðingarnar av tí, sum hendi í Bretlandi í gjár.

Tað einasta, sum er heilt greitt er, at bretska fólkið hevur sagt, at tey vilja úr ES aftur, men spurningurin er, hvussu tað kemur at ganga fyri seg. Og undir hvørjum treytum.

Íleggjarar hava ofta hug til at reagera ógvusliga, og tað er ivaleyst tað, sum sæst aftur frá morgunstundini í dag.

Dagført: 
Nú dagurin er liðugur, er myndin broytt eitt sindur, tá tað snýr seg um Bakkafrost. Felagið fótaði sær út á dagin og endaði við hægri kursi enn dagurin byrjaði við.

Samlaða myndin fyri partabrævamarknaðirnar í heiminum er tó tann sama sum hon var frá morgunstundini. Talan er um fall stórt sæð yvir alla linjuna.

 

placeholder

Meira langlesnaður