Faroe Farming: Bakkafrost ikki tikið støðu til broytingar

2016-07-04 19:30 Author image
Jógvan Samuelsen

Bakkafrost hevur nú, um myndugleikarnir góðtaka handilin, eisini formligt ræði á Faroe Farming.

Tá Bakkafrost í apríl 2011 keypti Havsbrún, var felagið tvungið til at selja burturav, tí felagið sambært alimyndugleikunum fór uppum eigaraavmarkingina, sum sambært alilógini er 50 prosent.

Úrslitið var, at Bakkafrost seldi meirilutan av partapeninginum til íløgufelagið Tjaldur, sum síðan - formliga - hevur sitið við valdinum í Faroe Farming.

Havandi í huga, at Bakkafrost er alifelag og Tjaldur er eitt íløgufelag, er tó lítið at ivast í, at ávirkanin hjá Bakkafrosti í Faroe Farming hevur verið stór, og tá Bakkafrost samstundis hevur selt allan fiskin fyri Faroe Farming, er ikki longur nakar ivi um, at samstarvið hevur verið sera tætt.

Eftirlitsmyndugleikarnir hava eisini havt eyguni eftir samstarvinum millum feløgini, tí tá alimyndugleikin loyvdi søluni í 2012, var eitt krav, at feløgini vóru hvør sín eind, og seinastu tvey árini hevur Skráseting Føroya kannað, um alt er farið rætt fram.

Nú kemur Bakkafrost tó undan myndugleikunum, tí við at lata eitt aliloyvi í Svínáum og eitt á Hovsfirði innaftur, kann felagið - eftir egnum tykki - leggja hini bæði loyvini í Suðuroy afturat, og samstundis halda seg innanfyri avmarkingarnar í alilógini.

Í tíðindaskrivinum skrivar Bakkafrost, at felagið roknar við, at alingin í Suðuroy væntandi kann optimerast munandi.

Hvat hetta innber, vil Regin Jacobsen tó ikki siga nakað um, tá Dimmalætting tosar við hann. Heldur ikki, tá spurt verður um tað merkir, at fiskurin framyvir skal slaktast í Runavík, har Bakkafrost er í ferð við at byggja eitt risastórt virki.

- Tað hava vit ikki tikið støðu til. Vit halda bara, at har eru stórir møguleikar við at optimera raksturin, við tí sum tað inniber, sigur Regin Jacobsen.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður