Bakkafrost væl betri úrslit fyrsta ársfrjóðing

Sjálvt um liðugvørufram­leiðslan gav eitt rakstrarhall upp á 53 milliónir, so hækkaði samlaða rakstrarúrslitið við 80 milliónum krónum. Mynd: Bakkafrost

Bakkafrost væl betri úrslit fyrsta ársfrjóðing

2017-05-23 08:29 Author image
Dimma

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost fyri fyrsta ársfjórðing 2017 var 335 milliónir krónur samanborið við 254 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2016. Alideildin hevði eitt rakstrarúrslit á 373 milliónir krónur samanborið við 261 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing í fjør. Tøkunøgdin fyrsta ársfjórðing í ár var hægri, og miðalprísurin á laksi var eisini hægri samanborið við fyrsta ársfjórðing í fjør. Liðugvørufram­leiðslan gav eitt rakstrarhall á 53 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing í ár í mun til eitt rakstrarhall á 25 milliónir krónur fyri sama ársfjórðing í fjør. Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún var 45 milliónir krónur samanborið við 69 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing í fjør.

- Fyrsti ársfjórðingur í ár var hendingaríkur. Í januar byrjaði góðskingarvirkið á nýggja laksavirkinum á Glyvrum, sum er síðsta útbygging av íalt trimum framleiðsludeildum á virkinum. Alideildin hevði avbjóðingar, tá ið ILA virus var staðfest á aliøkinum A-73 Hvanna­sund Norður. Bakkafrost hevur saman við myndugleikunum fylgt væl við gongdini á aliøkinum, síðan illgrunin um ILA kom fram í juli 2016. Rættstundis atgerðir eru tiknar, og allur fiskurin varð skjótt tikin og kruvdur, tá ið illgrunin var váttaður, sigur Regin Jacobsen, stjóri.

Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 459 milliónir krónur við endan av fyrsta ársfjórðingi 2017, og felagið hevur 826 milliónir krónur í ótroyttum kredittum. Solvensurin hjá Bakkafrost var 65% við endan av fyrsta ársfjórðingi 2017.

placeholder

Meira langlesnaður