Filmur eftir føroying í filsmfelagnum

2016-05-13 08:46 Author image
Dimma

Anton Petersen er leikstjóri og hevur sjálvur skrivað filmshandritið og leikstjórnað filminum. Myndamaðurin Rógvi Rasmussen hevur tikið filmin upp í Nólsoy í 2009.

Filmurin er gjørdur í Sarajevo. Málið er bosniskt, men hann er tekstaður til føroyskt.

Filmurin er um síðsta kvøldið í íbúðini hjá einum pari, áðrenn tey fara hvør til sítt morgunin eftir. Eftir eina eftirkanning av íbúðini er greitt, at ábøtur eru neyðugar, um tey skulu sleppa undan at rinda umvælingarendurgjald.

Hóast neyðugu ábøturnar eru smáar - at vaska burtur ein plett á vegginum, beina burtur eitt klædnaskáp og reingera íbúðina - er uppgávan møtumikil orsaka av kensluligu strongdini av at fara hvør til sítt.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður