Bankar sleppa framvegis at krevja inn gamla skuld

2016-08-26 11:55 Author image
Dimma

Ongar ætlanir eru um at dagføra fyrningarfreistina hjá bankum at innkrevja skuld.

Tað svarar Aksel Johannesen, løgmaður, einum fyrispurningi fyri Kára P. Højgaard, løgtingsmanni fyri Nýggj Sjálvstýri.

Kári P. Højgaard vildi hava at vita, hví fólkatingslógin um fyrningarfreistir frá 2007 ikki var sett í gildi fyri Føroyar. Við gomlu lógini, sum enn er galdandi í Føroyum, kunnu bankar í ein mansaldur krevja pening inn og halda fólki fast í ómenniskjalium trega, sigur hann.

- Gamla lógin hevur tikið mótið frá teimum flestu føroysku famljununum, sum komu illa fyri í kreppuni í 90-árunum, og fleiri av teimum føldu seg kroystar at flýggja av landinum, tí eingin manssømilig semja kundi fáast við fíggingarstovnin, sigur Kári P. Højgaard.

Hann vísir á, at orð sum “jagstrað av peningastovnunum” hava verið nýtt, ikki bara av teimum, sum rýmdu frá húsi og heimi til onnur lond, men lógin hevur eisini rakt meiniga mannin í Føroyum meint.

- Henda støða tykist løgin sæð úr sjónarhorninum hjá føroyska skattaborgaranum, á somu skattaborgarar hava loftað og hjálpt fíggjarstovni við 100-tals milliónum, bæði í sambandi við roknskaparliga avskrivingar og fíggjarlig tap, sigur Kári P. Højgaard í viðmerking til fyrispurningin.

Hann heldur tað vera løgið og hugvekjandi, at Føroya landsstýri ikki broytti lógina samsvarandi teirri donsku. Ein lógarbroyting hevði loyst nógvar føroyingar úr ómenniskjaligum figgjaligum kvørkrataki, sigur hann.

Løgmaður hevur nú svarað fyrispurninginum, og sigur at tað helst var ein yvirtøkuætlan, sum forðarði einari dagføring av lógini.

- Tá danska fyrningarlógin bleiv dagførd í 2007, var málsøkið framvegis felags. Ríkisumboðið sendi málið til hoyringar í Innlendismálaráðnum tann 29. januar 2007, men Innlendismálaráðið svaraði ikki hoyringini. Sum vit skilja, var orsøkin tann, at málsøkið eftir ætlan skuldi yvirtakast, og tá kundu føroyingar sjálvir dagføra lógina. Málsøkið bleiv seinni yvirtikið í 2010, sigur Aksel Johannesen.

Spurdur, um løgmaður ætlar at seta somu lóg í gildi fyri Føroyar, svarar løgmaður:

- Eingin ítøkiligt ætlan er um hetta í løtuni. Men vit fara tó at umrøða spurningin innanhýsis og meta um, hvørjir fyrimunir og vansar vildu verið við at dagført føroysku fyrningarlógina við atliti at bæði skuldarum og ognarum.

Sambært galdandi føroyskari lóg er fyrningarfreistin við lán í føroyskum fíggingarstovni 20 ár. Í Danmark er fyrningarfreistin 3 og 5 ár.

placeholder

Meira langlesnaður