BankNordik 101 millionir krónur í avlopi fyrra hálvár 2016

2016-08-04 09:30 Author image
Dimma

BankNordik hevði eitt úrslit á 101 milliónir krónur eftir skatt fyrra hálvár í ár. Tað upplýsir BankNordik í tíðindaskrivi í morgun. Hetta eru 4 milliónir krónur betri enn sama tíðarskeið í fjør.

Árni Ellefsen, stjóri í BankNordik, sigur seg vera væl nøgdan við úrslitið fyri fyrra hálvár, og tey vænta eitt ársúrslit, ið verður eitt vet betri enn tað, sum samtakið hevði sett sær fyri í rakstrinum.

Útlánini í bankanum vóru 1,3 milliardi krónur minni samanlagt, tí danski parturin av bankanum var seldur, men hinvegin vóru innlánini góðar 100 milliónir krónur størri.

BankNordik væntar at hava selt øll síni partabrøv í íslendska Vørði í seinnu helvt av 2016, boðar bankin frá í tíðindaskrivinum.

Trygd, sum er partur av BankNordik-samtakinum, stóð seg somuleiðis betri fyrra hálvár 2016 og hevði eitt avlop á 11 milliónir krónur fyri skatt.

placeholder

Meira langlesnaður