BankNordik 112 mió í avlopi fyri skatt

Mynd: Map.fo

BankNordik 112 mió í avlopi fyri skatt

2017-08-03 08:10 Author image
Leif Láadal

Í roknskapinum fyri fyrra hálvár 2017 sæst, at árið higartil hevur roynst væl hjá BankNordik. Rakstrarúrslitið hjá BankNordik fyrra hálvár í ár varð 94 mió. kr eftir, og 112 mió. kr. áðrenn skatt. Økta virksemið og góða búskapargongdin í føroyska samfelagnum síggjast aftur í hóvliga útlánsvøkstrinum, sigur bankin í fráboðan.

 - Vit eru væl nøgd við úrslitið fyri fyrra hálvár, sum er eitt sindur betri enn væntað. Kjarnuvirksemið stendur seg væl á øllum marknaðum, og alsamt fleiri viðskiftafólk velja at savna síni fíggjarviðurskifti hjá okkum. Góða gongdin í føroyska samfelagnum sæst aftur í hálvársúrslitinum, ið er merkt av hóvligum útlánsvøkstri til bæði privatkundar og vinnulív, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Økta virksemið á øllum marknaðum, hækkandi talið av heildarkundum og hóvligi útlánsvøksturin viga lutvíst upp ímóti rentuinntøkunum, sum framvegis eru undir trýsti. Niðurskrivingar av útlánum eru framhaldandi á einum lágum støði, og hetta metir bankin vera sera nøktandi.

Søguliga lága altjóða rentustøðið, góða búskaparliga gongdin og fólkavøkstur elva til øktan eftirspurning eftir bústøðum í høvuðsstaðarøkinum. Hóast hetta hevur hækkandi sethúsaprísir við sær, so vísa tøl bankans, at bankalán og realkredittlán til privatkundar bert eru økt við umleið 3% seinastu 12 mánaðirnar. Á føroyska marknaðinum er tað sostatt serliga vinnulívið, ið umboðar hóvliga útlánsvøksturin, sum sæst í hálvársroknskapinum. Síðani ársskiftið eru útlán bankans samanlagt hækkað við 287 mió. kr., harav 53 mió. kr. eru útlán til føroyskar privatkundar.

Dótturfeløgini hjá BankNordik hava eisini staðið seg væl í fyrra hálvári. Tryggingarfelagið Trygd hevði vaksandi tryggingarinntøkur, meðan skaðafráboðanirnar vóru á einum vanligum støði. Úrslitið fyri fyrra hálvár var 5 mió. kr. áðrenn skatt. Nógva virksemið á sethúsamarknaðinum sæst eisini aftur í tølunum hjá meklarafyritøkuni Skyn, sum seldi nógvar ognir í fyrra hálvári.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður