BankNordik høvuðsstuðul hjá ÍF Føroyum

2016-07-18 11:44 Author image
Jákup Højgaard

BankNordik-samtakið og ÍF Føroyar hava skrivað undir trý-ára samstarvsavtalu.

ÍF Føroyar hevur havt sera góða gongd seinastu árini. Fyrsta mansliðið í hondbólti kláraði seg somikið væl síðsta kappingarár, at liðið í ár skal spæla í aðru deild í donsku kappingini í ár. Somuleiðis hevur fótbóltsliði eisini klára seg sera væl og limatalið er økjandi. BankNordik-samtakið verður sostatt við til at tryggja góðu gongdina, sum føroyskir útisetar hava havt seinastu árini, og verður sostatt ein sjónligur partur av tí føroyska útisetalívinum í Keypmannahavn. 

ÍF Føroyar verður rikið av eldhugaðum ungum føroyingum, og hevur stóran týdning fyri samanhaldið hjá útisetum í Keypmannahavn. ÍF Føroyar hevur eisini týdning fyri ítrottin í Føroyum á tann hátt, at tað er týdningarmikið, at føroyskir leikarar, ið skulu niður at lesa, halda fast í venjingini undir útlegd, soleiðis at teir halda ítrottarliga støðið. 

- Sum høvuðsstuðul kann BankNordik virka fyri at veita føroyskum hondbólti og fótbólti í Keypmannahavn enn betri umstøður til at skapa góð úrslit og góðar upplivingar. Henda avtala er partur av eini størri ætlan um at menna og stuðla útisetalívinum í Keypmannahavn, skrivar BankNordik í tíðindaskrivi.

   

placeholder

Meira langlesnaður