Í dag hátíðarhalda fraklendingar kollveltingina

2016-07-14 11:51 Author image
Alda Nielsdóttir

Í dag er franskur tjóðardagur. Dagurin eitur Bastille dagur, og hann er til minnis fyri fronsku kollveltingina. 

Bastiljan var eitt fongsul í París, ið bleiv álopið av illum mannamúgvum í París. Eftir at franskir kollveltingarmenn høvdu savnað seg og rópt seg sjálvan tjóðarting, var spenningurin í París stórur. Tá kongurin økti um trygdareftirlitið í Versaille, brast uppreistur á í París. Bastiljan var ímyndin av kongsdøminum í París, so fólkið leyp á Bastiljuna. 

Dagurin verður av mongum søgufrøðingum mettur at verða veruliga byrjanin til kollveltingina. Sjálvsagt er ósemja um, nær kollveltingin byrjaði, men 14. juli er dagurin, tá kollveltingin gjørdist blóðug fyrstu ferð. 

  

  

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður