Berlusconi komin sterkt aftur

Berlusconi komin sterkt aftur

2017-12-19 16:36 Author image
Georg L. Petersen

Fyri ikki so langari tíð síðan trúðu tey flestu, at fyrrverandi italski forsætismálaráðharrin var liðugur í politikki. Í 2013 fekk hann dóm fyri skattasvik, sum eisini forðaði honum hava hava nakað politiskt embæti. Hann hevur tó kært dómin og boðað frá, at hann ætlar sær aftur í politikk – og nú hevur hann í hvussu er nóg mikið av pengum at føra valstríð.

JyllandsPosten skrivar, at hann í dag eigur 2 milliardir dollarar meira enn í fjør, og at hann í dag er góður fyri 8,4 milliardir dollarar – tað er sambært Bloomberg.

Orsøkin er at virðisbrøvini í hansara fyritøkum er vaksin munandi, og at hann hevur selt fótbóltsfelagið, AC Milan, til kinesarar fyri 788 milliónir krónur í apríl mánaði.

Italsk virðisbrøv eru hækkaði munandi seinastu tíðina, og tað er serliga umvegis íløgufelagið Fininvest at Berlusconi hevur vunnið so nógvar pengar.

placeholder

Meira langlesnaður