Manningarpart upp á fimm milliónir í tvey ár

2016-07-30 10:54 Author image
Sigmund Vang

Tað eru lutfalsliga stórar upphædir talan er um, tá hugt verður at manningarpørtunum umborð á teimum bestu skipinum í føroyska fiskiflotanum. Tað skal tó havast í huga, at upphæddirnar í nógvum førum eru fyri meira enn ein kjans. Á nótaskipunum eru dupultar manningar, umframt avloysarar í summum førum verða brúktir ávís tíðarskeið. Sostatt skulu manningarpartarnir í hvussu so er býtast í tvey umborð á teimum bestu nóta- og ídnaðarskipunum.


Fagraberg í hølunum

Fagraberg hevur gjørt eitt ordans lop á listanum, og lá í fjør beint undir Finni Fríða. Í 2014 var manningarparturin hjá Fagraberg 949.000 krónur, meðan hann í fjør var 2,4 milliónir krónur. Finnur Fríði er tó nógv tað besta skipið, tá 2014 og 2015 verða løgd saman við einum manningarparti upp á knappar fimm milliónir krónur. Næstbestu skipini hesi bæði árini eru Jupiter og Tróndur í Gøtu við á leið fýra milliónum krónum.

Tað eru eisini aðrir skipabólkar enn nótaskip, sum kunnu vísa á stórar manningarpartar. Flakatrolararnir høvdu enn einaferð eitt gott ár, og besti flakatrolari í 2015 var Akraberg við einum manningarparti upp a 1,22 milliónir krónur. Gadus varð næstbestur við 1,02 milliónir krónur.

Atlantsferið, sum er bólkað sum ídnaðartrolari, hevði ein manningarpart upp á 1,46 milliónir krónur, meðan Havborg aftur í fjør var besti rækjutrolarin við einum manningarparti upp á 1,02 milliónir krónur, sum er eitt sindur minni enn árið fyri, tá Havborg kundi lata ein part upp á 1,34 milliónir krónur.

Niðanfyri er eitt yvirlit yvir manningarpartarnar í teimum ymsu skipabólkunum. Nakrir partar hjá trolarunum eiga samlað at vera eitt sindur størri. Tað eru teir trolarar, sum hava roynt eftir makreli.


Størstu manningarpartarnir í skipabólkum (við frítíðarløn):

Nótaskip

1 Finnur Fríði, 2.651.087 kr

2 Fagraberg, 2.415.784 kr

3 Tróndur í Gøtu, 2.251.366 kr

  1. Jupiter, 2.101.584 kr
  2. Slættaberg, 1.460.345 kr
  3. Christian í Grótinum, 1.368.794 kr
  4. Norðborg, 1.301.720 kr


Lemmatrolarar

1 Sjagaklettur, 827.186 kr

2 Brestir, 712.615 kr

3 Steintór, 540.692 kr

4 Niels Pauli, 520.013 kr


Partrolarar (uttan gullaks og makrel)

1 Breiðanes, 712.512 kr

2 Hamranes, 708.197 kr

3 Ametyst, 679.799 kr

4 Jaspis, 679.653 kr


Trý pør av trolarum hava gullaksaloyvi, og samlað var manningarparturin á teimum hesin (uttan makrel):

1 Vesturbúgvin, 764.869 kr

2 Polarhav, 685.406 kr

3 Eysturbúgvin, 676.628 kr

4 Stjørnan, 675.388 kr

5 Skoraberg, 669.752 kr

6 Vestmenningur, 657.988 kr


Ísfiskalínuskip

1 Sandshavið, 439.110 kr

2 Stapin, 413.198 kr

3 Sigmund, 399.977 kr

4 Jákup B, 369.188


Flakatrolarar

1 Akraberg, 1.219.364 kr

2 Gadus, 1.015.701 kr

3 Enniberg, 876.726 kr

4 Sjúrðarberg, 789.439 kr


Rækjuskip

1 Havborg, 1.015.729 kr

2 Arctic Viking, 724.831 kr


Frystilínuskip

1 Kambur, 684.043 kr

2 Klakkur, 678.253 kr

3 Eivind, 465.803


Ídnaðartrolarar

1 Atlantsfarið, 1.460.597 kr

2 Næraberg, 607.396 kr


Garnaskip

1 Oknin, 413.023 kr

2 Thor, 317.425 kr

3 Aagot, 308.375 kr


Ein bólkur er fyri ”Fiskiskip á makrelveiðu”. Flestu av teimum skipunum ganga aftur í øðrum bólkum, og upphæddirnar eru sum heild ikki so stórar. Tó eru fýra skip, sum hava forvunnið meira enn 100.000 í manningarparti í hesum bólki. Tey eru hesi:

1 Fram, 826.109 kr

2 Beinisvørð, 202.951 kr

3/4 Hamraberg og Breiðanes, 118.002 kr í part

  

placeholder

Meira langlesnaður