Betri høvuðsstuðul hjá ungdómsdeildini hjá Neistanum

Á myndini síggja vit Silju Heðinsdóttir og Fríða Mørk Hentze saman við Petur Elias Petersen og Súnu Mørk

Betri høvuðsstuðul hjá ungdómsdeildini hjá Neistanum

2017-12-01 09:21 Author image
Innsent

Neistin hevur gjørt stuðulssáttmála við Betri P/F fyri kappingarárini 2017-2018 og 2018-2019, har Betri verður høvuðsstuðul hjá ungdómsdeildini hjá Neistanum.

Hondbóltsfelagið Neistin var stovnað í 1931 og hevur um 300 limir, og 31 lið í kappingini komandi vetrarhálvu. Harafturat eru nógvir leikarar í 3-6 ára aldrinum, sum enn ikki eru í kappingum.

Felagið hevur lið í øllum ungdómsdeildum umframt bestu deildini hjá monnum og kvinnum.

- Neistin er stórt felag við nógvum evnaríkum leikarum. Vit eru sera fegin um stuðulin, sum ger tað møguligt at geva Neistaungdómi eitt mennandi læru umhvørvi. Neistin leggur stóran dent á ungdómsarbeiðið í felagnum og leggur nógva orku í, at umhvørvið, har tey ungu koma, er gott og at trivnaðurin er í hásæti. Nógv børn og ung eru virkin í Neistanum, og hondbóltsligi felagsskapurin eggjar til rørslu og samanhald. Tí eru vit sera glað um at stuðulsavtalan við Betri ger, at Neistin framahaldandi kann styrkja aðalmálum felagsins, sigur Súna Mørk, forkvinna í Neistanum.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður