Betri makrelfiskiskapur í Grønlandi

2016-08-11 10:57 Author image
Dimma

Seinasta ár gav makrelfiskiskapurin í Grønlandi ikki so nógv, sum væntað varð. Men í ár gongur betur. Tann 8. august var veiðan higartil í ár 29.000 tons samanborið við einans 19.000 tons somu tíð í fjør.

Tað var serliga veðrið og hitin í sjónum, sum tarnaði fiskiskapinum í fjør, men í ár eru vánirnar betri. Hinvegin er nakað upp til 2014, tá ið veiðan um hesa tíðina var 38.000 tons, sigur grønlendska fiskiveiðueftirlitið.

Samanlagda nøgdin av makrelfiskiskapi í 2014 var 78.000 tons. Petur Meinhard Jacobsen frá fiskiveiðueftirlitinum sigur við KNR, at enn eru 4-5 vikur eftir av tíðini at fiska makrel, og tí kann væntast at komið verður upp á góð 50.000 tons av kvotuni, sum er 85.000 tons.

 

placeholder

Meira langlesnaður