Betri tekur undir við kanningarstjóranum

Betri tekur undir við kanningarstjóranum

2017-07-18 16:30 Author image
Innsent

Nevndin í Betri Banka vil eisini hava, at skattamálið verður latið fútanum til nærri støðutakan. Tað upplýsir bankin í skrivi sent miðlunum. Betri Banki skrivar soleiðis:

Í fyrisitingarligu kanningini av skattamálinum sáar Bárður Larsen, kanningarstjóri, iva um leiklutin hjá Betri Banka í hesum máli. Bankin kann ikki hava hendan ivan sitandi á sær. Tí ynskir nevndin, at málið verður latið fútanum, soleiðis at ein óheft rættarlig meting kann verða framd.

Skattamálið er ein faklig ósemja, sum hevur strekt seg yvir fleiri ár, og skattamyndugleikin hevur ongantíð lagt bankan undir at villleiða. Bankin hevur latið sjálvuppgávu og annað tilfar inn samsvarandi vanligum mannagongdum og samsvarandi tí samskifti, sum bankin hevði við TAKS, meðan málið framvegis var í viðgerð.

Tá kanningarstjórin í síni niðurstøðu í fyrisitingarligu kanningini av TAKS nú sáar iva um atburðin hjá Betri Banka í skattamálinum, eftir at málið er avgreitt millum TAKS og bankan, so er nevnd bankans greitt av teirri fatan, at skattamálið skjótast gjørligt eigur at latast fútanum til rættarliga meting, so ein endi fæst á hesum ivamáli.

”Alt virksemi bankans heldur fram sum áður og kundaviðurskifti verða á ongan hátt ávirkað. At málið verður latið fútanum ljóðar álvarsligt og skal eisini takast í álvara, men tað er umráðandi at minnast til, at kanningin snýr seg um eina einstaka sak, og ikki um virksemi bankans annars”, sigur Bjørn Mortensen, forstjóri í Betri Banka.

”Fyri kundar bankans hevur hetta ongan praktiskan týdning”, sigur Torben Nielsen, nevndarformaður í Betri Banka. ”Tá endaliga rættarliga metingin fyriliggur, tekur nevndin aftur støðu til málið”, leggur hann afturat.

placeholder

Meira langlesnaður