70.000 fyri tín gamla kassa? Tú sleppur at gjalda fullan prís kortini

2016-05-23 19:36 Author image
Sigmund Vang

Hvat kostar ein nýggjur bilur í Føroyum í dag? Sum maðurin segði: ”Tað velst um kúgv”, tá hann bleiv spurdur, hvussu nógvir fjórðingar vóru í eini. Bilamarknaðurin er í nógvum førum at meta sum ein geitamarknaður, og tað eru ikki allar bilsølur, sum eru so glaðar fyri nýggju marknaðarhættirnar.


Tú sleppur at gjalda

70.000 krónur fyri tín brúkta bil – líka mikið, hvussu hann sær út, og líka mikið í hvørjum standa hann er í. Ljóðar hugaligt. Hevur tú ein gamlan ”kassa”, sum tú kanska hevði fingið 8.000 - 10.000 krónur fyri, so er bara at lata hann inn í sambandi við keypt av nýggjum bil, so fært tú 70.000 krónur í avslátri, og so hevur tú vunnið 50.000 krónur ella har á leið. Ella gert tú?

Nei. Í Føroyum eru tvey sløg av bilaprísum. Ein prísur er, tá tú keypir ein bil, uttan at selja bilsøluni tín gamla bil í sambandi við keypt av nýggjum. Soleiðis hevur tað verið í nógv ár, og tey flestu vita, at tað er bíligari at keypa ein nýggjan bil, um tín gamli kassi ikki skal vera ein partur av søluni. Men at hesin munur so verður brúktur í sambandi við marknaðarførðslu, tað er lutfalsliga nýtt, og ein lutur, sum nógv fólk ilskast inn á.


Munurin er ”null”

Dimmalætting kennir til fleiri dømir, har fólk eru farin til bilasølur, uttan at hava havt ein gamlan bil við sær, og avslátturin, sum tey fáa upp á nýggja bilin, svarar nøkulunda til tað, sum lýsingarnar boða frá, at tú fært fyri tín gamla kassa.

Keypir tú ein nýggjan bil, og letur tín gamla inn, so skalt tú í flestu førum (velst eitt sindur um, hvat slag av býtisbili talan er um) gjalda fullan prís fyri nýggja bilin. Hevur tú hinvegin ongan bil í býti, so fært tú ein avsláttur upp á millum 50.000 og 70.000 krónur, nærum uttan at blunka, um tú keypir ein bil, sum stendur til sølu fyri millum 250.000 og 300.000 krónur – minst til at siga frá/prutta. Sami avsláttur í krónum er ikki galdandi fyri bíligari bilar, men tá er kortini eisini nógv at spara, um tú ikki hevur bil við tær.


Ikki allar

Tað eru ikki allar bilasølur, sum keypa ”kassar” fyri 70.000 krónur, og tær, sum ikki gera, eru eitt sindur troyttar av hesum smarta máta at selja bilar, tí sum ein teirra sigur, so er prísurin á bilinum í veruleikanum - tá samanum kemur - tann sami. Summar bilasølur leggja bara ein eyka kostnað omaná, og geva ein størri avsláttur, meðan aðrar halda seg til á leið tað, sum marknaðurin bjóðar í mun til eftirspurningin.

Men gerið so væl tit. Farið út og roynið marknaðin, um tað skal ein nýggjur ”kassi” í túnið. Har eru í hvussu so er nógvir pengar at tapa, um tú fert til eina bilasølu, uttan bil í býti, og betalir fullan prís.

  

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður