Drotningavitjanin: Eyðun mátti líka venja automatisk gear

2016-06-14 16:01 Author image
Sigmund Vang

Tá bilafylgið við Margretu drotning fer fram við, eru nógvir bilafjepparar, sum njóta sýnið av teimum fýra stóru svørtu bilinum.

Drotningin koyrir í einum serligum VW Touareg V8. Hinir bilarnir eru ein Audi Q7, umframt ein Mercedes og ein annar Audi, ein A6.

Tað er royndi løgreglumaðurin Eyðun Arge, sum koyrir drotningina. Tað er ein uppgáva, sum honum dámar væl.

- Eg slapp at royna bilin áðrenn, og tað var millum annað tí at eg koyri við manuellum gearum vanligt, so eg vildi líka sleppa at royna automatisku gearini eitt sindur, so eg ikki kom til at bremsa ov hart, sigur Eyðun.

Touareg og Q7 eru læntir frá Bilasøluni, meðan Bilrøkt eigur hinar báðar, sum verða brúktir í sambandi við drotningavitjanina.

Meira langlesnaður