Tíggju ferðir dýrari at flúgva fyri 50 árum síðani

2016-05-10 08:30 Author image
Sigmund Vang

Tó at Atlantic Airways ikki var til í 1965, er tað áhugavert at hyggja at hvat tað kostaði at flúgva millum Føroyar og Danmark fyrr og nú.

Í 1965 varð flogið til Danmarkar við millumlending í Glaskov. Í lýsing í Dimmalætting 3. juli hetta árið, skriva Icelandair og Flogfelag Føroya, at tað ber til at flúgva hendan tein fyri 1134,- krónur (uttan avgjøld). Við nýggju prísunum hjá Altlantic Airways, sum koma í gildi 1. september í ár, kemur bíligasti ferðaseðilin aftur og fram millum Føroyar og Danmark at kosta 1070,- krónur, uttan avgjøld.

Á heimasíðuni hjá Danmarks Statistik er prístalsroknari, sum kann vísa okkum, hvussu nógv 1134 krónur í 1965 svara til í dag. Talið verður til 11.391 krónur og 24 oyru í nútíðarkostnaði. Altso var tað góðar tíggju ferðir dýrari at flúgva úr Føroyum til Danmarkar fyri 51 árum síðani í mun til lægsta prísum, sum verður galdandi seinni í ár.

45.000 ferðaseðlar eru í Lágprískallendaranum á Danmarkarrutuni. Tað svarar til umleið 25 setur á hvørjari flogferð. Skipanin hevur higartil bert verið tøk á rutuni millum Føroyar og Danmark, men verður í heyst víðkað til hini Norðurlondini eisini. 10.000 ferðaseðlar til hini Norðurlondini verða í Lágprískallendaranum.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður