Komið víðari!

2016-06-28 15:18 Author image
Dimma

Barnið: mamma, hvat fáa vit til døgverða?

Mamman: tað avgeri eg

Barnið: jamen, hvat fáa vit?

Mamman: tað er nakað, sum eg avgeri – og bara eg.

Nakað soleiðis úttalaði føroyski uttanríkisráðharrin, Poul Michelsen, seg um uttanríkispolitikk í Kringvarpinum ídag. “Tað eru vit, og bara vit, sum avgera, hvat hendir í sambandi við møguligu hernaðardubbingina”. Hví er tað so áhugavert? Nær koma vit burturúr undirlutakenslunum og trongdini til at fortelja hvørjumøðrum, at tað eru vit, sum hava allan avgerðarrætt í landi okkara? Sjálvandi hava vit tað og tað burdi als ikki verið eitt tema í føroyskum politikki. Vit standa í stað og koma ikki úr stað. Alt stjórnarskipanararbeiðið fer eftir øllum at døma mest at snúgva seg um at staðfesta, at tað eru vit, sum ráða í landi okkara. Hvør skal avgera tað? Vit. Jaman, harraguð, um vit avgera tað, so merkir tað jú av sær sjálvum, at tað eru vit, sum ráða. Og hvør ivast í tí? Eg havi ongantíð ivast í, at í Føroyum ráða føroyingar. So vælsignaði Poul Michelsen og øll vit onnur: Latið okkum koma víðari og viðgera átrokandi politisku spurningarnar uttan at brúka orku og tíð uppá at steðga við byrjanina. Latið okkum heldur brúka tíð og orku upp á at semjast um, hvat vit ætla.

Aftur til spurningin: Hvat ætla Poul Michelsen og landsstýrið í altjóða kappingini um Arktis? “Tað eru vit, sum ráða, og bara vit”. Tað er ikki nakað svar. Tað er ein undanførsla, tí man eftir øllum at døma ikki veit, hvat man ætlar sær. Ja, hann segði enntá, at hann onga støðu hevði til átrokandi spurningin. Tað var ikki uttanríkisráðharranum líkt. Hann plagdi at vera avgjørdur og greiður. Hann plagdi at vita av egnum ætlanum. Tí eigur hann eisini at vita, hvat vit ætla í støðu okkara millum eystur og vestur, Rusland og USA. Vit eru land í Arktis og hava tørv á heilt greiðari ætlan og skjótari støðutakan til átrokandi spurningar. Og tað er ikki nóg mikið at siga, at tað bara verður uttanlandsnevndin, sum sleppur at vita, og at alt fer fram undir tagnarskyldu. Vit, fólkið í Føroyum, eiga at vita, hvør okkara framtíð er sum áhugavert øki hjá risatjóðunum. Ætla vit at tekkjast bæði eystur og vestur? Ætla vit framhaldandi at hava góð viðurskifti til allar síður. Og hvussu ætla vit tað?

Eg haldi, at Føroyar, Ísland og Grønland eiga at leggja eina felags ætlan fyri framtíðina í Arktis. Londini í Útnorði hava nógv felags áhugamál og gera hvørtannað sterkt. Vit eiga fyrst av øllum at verja náttúruna og hennara tilfeingi. Vit eiga at treyta gagnnýtslu av arktiskum tilfeingi í mun til viðbreknu náttúruna. Og í mun til friðin og fjarløguna her á okkara leiðum. Og vit, londini í útnorði, eiga sjálvi at tryggja okkum atgongd til tilfeingið eftir okkara egnum treytum, í felag. Vit eiga í felag at sita hinumegin borðið, tá USA, Rusland, ES, Kina og onnur vilja sleppa framat okkara øki. Sum er hevur Grønland onga almenna arktiska ætlan. Ísland hevur sína, vit hava okkara og Danmark hevur sína. Tað er ikki sterkt. Tað ger okkum sárbær. Tí eiga vit at samansjóða sjónarmiðini og kunngera umheiminum, at í útnorði standa vit saman. At vit eru samd um at verja náttúruna, tilfeingið, upprunafólkið og upprunarættindini. At um onkur ger seg inn á virðini hjá einum okkara, gera tey seg inn á alt útnorður.

Vit hava ikki tíð at keglast um, hvør ræður. Tað hava vit brúkt seinastu 100 árini til. Nú fara vit víðari, taka støðu og seta í verk.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður