Brúkaraumboðið um bilalýsingar: Avsláttur skal ikki vera villleiðandi

2016-06-05 15:06 Author image
Sigmund Vang

Fyri nøkrum vikum síðani skrivaðu vit á Dimma.fo um smartar lýsingarherferðir, sum bjóða fólki 70.000 krónur fyri ein brúktan bil, tá tey keypa ein nýggjan, líka mikið í hvørjum standi hann er í. Vit kenna tó til fleiri dømir, har fólk hava keypt sær ein nýggjan bil, uttan at hava havt bil í býti, og tá vísir tað seg ikki at standa á at fáa ein avsláttur upp á millum 50.000 og 70.000 krínur (velst um, hvat nýggi bilurin stendur til sølu fyri).


Brúkaraumboðið

Rannvá Ragnarsdóttir, brúkaraumboð, hevur ikki fingið nakað ítøkiligt mál á sítt borð enn í sambandi við kreativar lýsingarherferðir hjá bilasølum, men hon sigur, at generelt er tað so, at ein handil, sum lýsir við einum avsláttri, skal kunnu prógva, at talan veruliga er um ein avsláttur í mun til vanligan kostnað. Harafturat sigur hon, at niðursettir prísir ikki mugu vera villleiðandi. Kundin skal kunna gjøgnumskoða tað, sum fyriferst, sigur hon.


Fiktiv eginfígging

Høgi keypsprísurin fyri tín brúkta bil kann eisini brúkast í sambandi við fígging av bilinum. Er krav um eitt nú 20 prosent í eginfígging, ber til at skrúva handilin soleiðis saman, at tær ikki nýtist at hava nakran veruligan pening við, tá tú letur gamla bil tín inn í býti. Siga vit, at bilur tín í veruleikanum bert er 20.000 krónur verdur, men verður latin inn fyri 70.000 krónur, so hevur tú 70.000 við tær í sambandi við fíggingina av nýggja bilinum. Siga vit, at nýggi bilurin kostar 300.000 krónur, so skalt tú altso hava eitt lán upp á 230.000 krónur. Soleiðis fært tú eina eginfígging upp á 30 prosent. Ein kundi, sum ikki letur bil í býti, hevði fingið sama bil fyri á leið 250.000 krónur, og tá vildi fíggingarstovnurin ikki fíggjað meira enn 80 prosent av hesi upphædd – altso í mesta lagi 200.000 krónur.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður