Bilvraksbingjur tiknar niður og settar upp aftur

2016-07-01 13:18 Author image
Jákup Højgaard

Nógvir bilførarar hava undrast á, at bingjurnar við bilvrakum, sum hava staðið framvið landavegnum blivu tiknar burtur og síðani stóðu frammi aftur í morgun. 

- Tað var ein misskiljing í, nær bingjurnar skuldu koma upp, sigur Brynhild Høgnadóttir á Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

Bilvraksbingjurnar er nýggjasta átakið hjá Ferðslutrygd, ‘Hin dagin eg hevði skund' fyri at minna bilførarar at halda hámarksferðina. Bilvrakini eru frá føroyskum ferðsluóhappum við loyvi frá bileigarunum. Átakið, sum byrjaði í dag og heldur fram til sjeynda august tekur støði í filmi frá seinasta heysti "Hin dagin eg hevði skund”.   

Ráðið fyri Ferðslutrygd og Landsverk hava útvalt fimm ymisk støð at seta bingjurnar upp, har tær minst møguligt nerva ferðslutrygdina. Tað er Landsverk, sum hevur givið loyvi til uppsetingina.

- Tað bar ikki til at lata tær verða standandi, tí tað hevur stóran týdning fyri okkum, at plakatinar fyri átakinum eru at síggja á bingjunum og at allar bingjurnar koma upp um somutíð, eisini so at vit halda okkum til tey loyvi vit hava fingið, leggur Brynhild Høgnadóttir avtrat.    

Boðskapurni frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd er, at hámarksferðin er sett, fyri at ferðandi skulu hava eitt trygdarskotbrá, um tað gongur galið. Koyrir tú ov skjótt, tekur tú bæði av tínum trygdarskotbráði og tí hjá øðrum.

Nú eru allar bingjurnar so komnar upp aftur og verða standandi til sjeynda august.  

   

  

placeholder

Meira langlesnaður