Búskaparráðið: Kommunurnar skulu ”kassabindast”

2016-09-01 13:11 Author image
Sigmund Vang

Búskaparráðið kom í dag við aðru frágreiðing síni í ár, og ein at av táttunum í frágreiðingini er meiri samskipan av lands- og kommunubúskapi.

Ráðið vísir millum annað á, at landsbúskapurin og kommunubúskapurin ikki arbeiða eftir somu reglum, og soleiðis átti ikki at verið, sigur ráðið – serliga nú rættiliga stórar upphæddir eru lagdar út til kommunurnar at umsita.

Tá eldraøkið var undir landinum, var tað fevnt av játtanarkørmum við útreiðslulofti. Men kommunurnar virka sum er ikki eftir somu reglum. Tí mælir Búskaparráðið landspolitikarum til at broyta lóggávuna soleiðis, at umframt kommunal útreiðsluloft og hámarks- og lágmarkskommunuskattaprosent fyri hvørja kommunu, skulu reglur ásetast um kommunalar kassabindingar og reglur fyri staðseting av árligum kommunalum roknskaparavlopum.

 

Øll frágreiðingin hjá Búskaparráðnum kann lesast HER

 

placeholder

Meira langlesnaður