Bindifestivalurin skipar fyri pallborðsfundi

Mynd: fuglafjordur.fo

Bindifestivalurin skipar fyri pallborðsfundi

2017-04-23 09:57 Author image
Dimma

Hóskvøldið 27. apríl klokkan 19.30 verður stórur pallborðsfundur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í sambandi við árliga Bindifestivalin.

Luttakararnir við pallborðið fara at varpað ljós á handverkið, og um tað hevur týdning fyri hin einsataka og fyri samfelagið, at fólk duga handverk. Spurt verður millum annað, hví vit skulu varðveita gamla siðaarvin.

Tey, sum manna pallborðið eru:

Guðrið Poulsen, leirlistakvinna

Hanna Jensen, forkvinna í mentanarnevnd løgtingsins og miðnámsskúlalærari

Bjartur Larsen, grótlaðari 

Karolina Matras, Cand.Pæd Psyk, Námslektari í sálarfrøði, mál- og lesimenning

Marita Rasmussen, stjóri Føroya Arbeiðsgevarafelag 

Magni á Lakjuni, útbúgvingarstjóri, yrkisrættað miðnám

Torfinn Nón, byggifrøðingur og snikkari 

Martin Kúrberg, rúsevnisráðgevi

Orðstýrari er Solby A. Christiansdóttir

placeholder

Meira langlesnaður