Birgir er blaktrandi ljósið á náttarhimlinum

2016-09-02 11:28 Author image
Sigmund Vang

Lívið er ein samanrenning av tilvild. Tað, sum tú upplivir á ungum árum, tekur tú við tær, og ikki sørt, at hesar upplivingar í nógvum førum avgerða, hvør lívsleiðin í síðsta enda verður. Soleiðis bleiv eisini hjá Birgiri Enni.

Hann er føddur í 1949. Vaks upp við Tvøroyrabakka, men heldur enn at fara niðan ímóti fjøllunum, dróg fjørðan.

Í heiminum hjá Jørleifi og Inger sluppu teir tríggir beiggjarnir Tórður, Helgi og Birgir at smakka upp á lívið – serliga tað lívið, sum er undir opnum himmali.

- Pápi syrgdi fyri, at vit fingu ein bát, so skjótt hann helt at vit vóru nóg stórir. Tað bleiv til ein fantastiskan lítlan tomm, sum vit sigldu fjørðin tunnan við. Hann hevði enntá segl. So skjótt sum eg var liðugur í skúlanum, varð farið oman til bátin, og hvønn dag, tá tað viðraði, vóru vit úti, greiðir Birgir frá.

Birgir og tvíburðarbeiggin Helgi vóru eini sjey-átta ára gamlir, og Tórður eitt vet eldri, tá teir fingu tommin.

Men at rógva og seta segl við tomminum var ikki nóg mikið hjá Birgiri. Hann hevði eisini hug at sleppa undir vatnskorpuna fyri at fregnast. Tí skuldi ikki nógv til, tá hann sá hini svimja á sjónum. Hann leyp útí sum smádrongur, og júst hetta við at svimja á sjónum og seinni at kava við útgerð ella arbeiða á botninum, sum dykkari við hjálmi, bleiv berandi parturin av fyrstu arbeiðsárunum.


Langlesnaðurin í Dimmalætting hesa vikuna er ein vangamynd av Birgiri Enni. Lesið meira í blaðnum, sum er í sølubúðunum fríggjadag.

 

placeholder

Meira langlesnaður