Bjarga lív við einum sms-boðum

2016-07-13 11:35 Author image
Jákup Højgaard

- Hetta er ein lættur máti at bjarga lív og gera ein mun. Tað krevur bara eitt sms-boð, sigur Turið Maria Jóhansdóttir á Amnesty International Føroya deild.

Átakið Lívlinjan er ein ókeypis sms-skipan hjá Amnesty. Skipanin verður brúkt, tá nógvar undirskriftir og skjót atgerð er neyðug. Átakið gongur uppá, at fólk melda seg til sms-skipanina. Tá átrokandi mál eru á skránni, fær ein boð frá Amnesty og við at svara boðnum aftur, hevur tú gjørt títt.

- Amnesty arbeiðir nógv við at savna undirskriftir og við hesi sms-skipanini, er tað ein skjótur máti at fáa fatur á so nógvum undirskriftum, sum gjørligt tá tað skal ganga skjótt fyri seg. Hendan sms-skipanin vísir seg at rigga væl, tí at hon gevur úrslit í einum út av trimum førum, sigur Turið Maria. 

Hvønn dag fær Amnesty upplýsingar um grov brot á mannarættindini, sum krevja stundisliga atgerð. Um mett verður, at ein undirskriftsinnsavning kann gera mun, verður tað sent út til allar deildir hjá Amnesty.

Les meira um Lívlinjuna og tilmelding her

placeholder

Meira langlesnaður