Semja: Tryggingin komin í lag. Lív flotaður í kvøld

2016-05-26 17:24 Author image
Sigmund Vang

Tað er rættiliga ymiskt, hvørja trygd bjargararnir hava tørv á, tí summir teirra hava egnar ella arbeiðsgevaratryggingar, men samanumtikið er talan um eina loysn, sum javnsetur allar bjargarar, sigur Regin Jespersen, formaður í LFB við Dimma.fo.

Seinastu tíðina hevur bjargingarbáturin hjá Havnar Bjargingarfelag, LÍV, staðið á landi, tí eingin trygging var galdandi fyri bjargararnar, eins og bjárgingarbátarnir hjá hinum feløgunum í LFB lógu, men nú er ein brúkilig tryggingarloysn funnin, so allir bjargingarbátar í felagnum eru fult virknir, umframt at bjarging kann fara fram á landi, tá tørvur er á tí, sigur formaðurin í felagnum við Dimma.fo.

Tryggingaravtalan inniber, at sjálvboðin bjargingarfólk, sum eru skrásett í einum bjargingarfelagi, og sum koma til skaðis í átøkum á landi ella á sjógvi, ikki hava inntøkumiss í sambandi við óarbeiðsføri. Treytin fyri endurgjaldi er, at skadda bjargingarfólkið er fevnt av arbeiðsskaðatryggingarlógini, sigur landsfelagið.

- Vit hava fingið eina góða tryggingaravtalu, ið er til gagns fyri sjálvboðin bjargingarfólk, sum gera eitt stórt og týdningarmikið arbeiðið fyri tilbúgvingina í Føroyum. Bjargingarfeløgini hava yvir fimti ár á baki og útinna hjálpararbeiði í mun til borgarar og samfelagsvirðir í breiðum týdningi. Í hesum hjálpararbeiði fyri landsins tilbúgving, sum til tíðir ikki er vandaleyst, er alneyðugt við nøktandi tryggingarviðurskiftum, sigur Regin Jespersen.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður