Gera samvirkna undirvísing í føroyskum til útlendingar

2016-08-22 08:15 Author image
Dimma

Um vikuskiftið var arbeitt við at gera seinastu upptøkurnar við ljóð- og filmsbrotum til fyrsta part av Faroese Online, kallaður Bjargni. Tað upplýsir Fróðskaparsetrið.

Læriskipanin á netinum, Faroese Online, byggir á íslendsku skipanina Icelandic Online, har til ber at læra málið á netinum. Innihaldið er umsett og staðsett og málsliga tillagað til føroyskt.

Hesin fyrsti parturin, Bjargni, er til nýbyrjarar í føroyskum. Myndatøkuni hevur Beinta Gudmundsen tikið sær av. Høvuðsleiklutirnar hava Durita Thomasen og Peter Christiansen. Bjargni verður tøkt á netinum seinni í ár.

Hetta er undirvísingartilfar fyri útlendingar, og er talan um interaktivt tilfar, har tað fer at bera til at gera venjingar, lurta eftir ljóðfílum og síggja video.

Verkætlanin Faroese Online verður gjørd í samstarvi við granskarar og undirvísarar á Háskóla Íslands og Helsinki Universiteti, og fer Faroese Online at byggja á tað samsvarandi Icelandic Online.

Fyrst verður eitt grundleggjandi skeið gjørt. Íslendingar kalla tað Bjargir. Føroyska heitið er Bjargni. Hetta er eitt slag av fyrstuhjálp, sum útlendingurin fær í føroyskum.

Projektleiðari í Føroyum er dr. Hjalmar P. Petersen, og John Mikkelsen er vísindaligur medarbeiðari.

placeholder

Meira langlesnaður