Bjóðar fyritøkum frálæru í at brúka Hagtalsgrunnin

Mynd: Visualhunt

Bjóðar fyritøkum frálæru í at brúka Hagtalsgrunnin

2017-09-23 08:44 Author image
Leif Láadal

Í Hagtalsgrunninum er vitan savnað um fólk, samfelag, vinnu, búskap og umhvørvi í Føroyum. Hagstovan arbeiðir støðugt við at gera hagtølini meira atkomulig og lættari at brúka. Verkstovurnar eru ein liður í arbeiðinum hjá Hagstovuni at styrkja almenna hagtalskunnleikan um føroyska samfelagið. 

Áður hevur Hagstovan bjóðað eitt nú fólkum í miðlavinnu frálæru í at brúka Hagtalsgrunnin, og nú er túrurin komin til fyritøkur.

Mikudagin 25. oktober verður skeið í Hagtalsgrunnabrúki fyri fyritøkur. Frálæran, sum verður skipað í mun til, hvussu fyritøkurnar kunnu brúka grunnin sum arbeiðsamboð, er ókeypis, men avmarkað pláss er júst hendan dagin. Er áhugin stórur, verður skipað fyri fleiri tiltøkum.

Við ítøkiligum dømum verður hugt at, hvussu røttu tølini verða funnin. Skráin er hendan, upplýsir Hagstovam:

Endamálið við Hagtalsgrunninum

Hagtalsøki í Hagtalsgrunninum

Uppbygnaður og hvussu leiti eg

Uppgávur

Goym fyrispurning og leita fram aftur

Hagtalsgrunnar í øðrum londum

Hagvarpið - beinleiðis hagtøl á kunningarskíggjan

Pláss er fyri 2 luttakarum frá hvørjari fyritøku.

Lesið meira HER

 

 

placeholder

Meira langlesnaður