Blái Krossur økir um virksemið

Blái Krossur økir um virksemið

2017-10-23 10:46 Author image
Innsent

Tað er við stórari gleði, at Blái Krossur nú fer at økja um virksemi í Suðuroynni

Blái Krossur hevur m.a. sum endamál, at vera ein virkin felagsskapur kring landið, og hevur nú ognað sær bygning á Tvøroyri. Arbeiðið hjá felagsskapinum verður í ovaru hæddini, meðan endurnýtslan verður í niðaru hæddini.

- Tað er av stórum týdningi, at Blái Krossur sum felagsskapur kann røkka allastaðni í landinum og tí er hetta seinasta stigið sera gleðiligt, sigur Dakko Petersen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi.

Blákrossarbeiðið í Suðuroynni er tó ikki nýtt. Fyrsta Blákrossfelagið var nevniliga stovnað í Hvalba í 1904. Presturin, Franz Busch, tók stigið til at stovna føroyska felagið. Blái Krossur var upprunaliga stovnaður í 1877 í Sveits.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður