Boðrenning á Eystaru bryggju

Boðrenning á Eystaru bryggju

2017-08-21 12:41 Author image
Innsent

(Mynd: visualhunt.com)

Leygardagin 26. august kl. 14 verður Faroe Express Stafettin á Eystaru Bryggju í Havn. Hetta er nýtt motiónstiltak, har arbeiðspláss kappast/renna saman, men har tað sosiala hevur eins nógv at siga og sjálv renningin, upplýsir Faroe Express í skrivi sent miðlunum.

Renningin verður skipað á sama hátt sum DHL Stafettin, ið er størsta motiónsrenning í heiminum. Stafettin er øðrvísi enn onnur rennitiltøk, við tað at hetta er ikki fyri einstaklingar men fyri lið; men eisini tí, at runnið verður á havnarlagnum í Havn, partvís inni á avbyrgda Schengen-økinum, ið vanliga ikki er opið fyri almenninginum.

Eisini verður ókeypis undirhald, tónleikur, matur og drekka – umframt at rennararnir sleppa at síga í bingjum.

Ítróttarfelagið Bragdið skipar fyri saman við flutningsfelagnum Faroe Express, og luttøkugjaldið fer óskert til ungdómsarbeiðið innan frælsan ítrótt. Luttakararnir fáa eina ókeypis renniblus umframt ein gávuposa.

 

placeholder

Meira langlesnaður