Fólk savnaðust uttanfyri tinghúsið til bøn

2016-08-27 15:13 Author image
Sigmund Vang

Nøkur hundrað fólk savnaðust í góðveðrinum seinnapartin leygardagin við trappurnar skamt sunnanfyri tinghúsið til bøn. Hetta er aðruferð, at skipað verður fyri bøn fyri teimum, sum høgt eru sett og øðrum.

Biðið varð fyri løgtinginum, landsstýrinum, bý- og bygdaráðum, men annars fyri øllum samfelagnum, sum tað er, serliga teimum, sum ikki hava tað gott. Ein serstøk bøn var fyri heilsuverkinum.

Skipað varð eisini fyri felagssangi, men sangurin fylti ikki so nógv. Tað var bønin fyri áðurnevndu, sum bar tiltakið.

placeholder

Meira langlesnaður