Nógv umrødda borðið verður víst almenninginum

2016-09-07 18:27 Author image
Sigmund Vang

Móttøkuhúsið hjá Tórshavnar kommunu er vanliga bara opið fyri almenninginum Mentanarnáttina og á ólavsøku. Men nú so nógv hevur verið gjørt burturúr serstøku húsunum, sum annars sjáldan fáa nakra umrøðu, so eru fleiri, sum kundu hugsað sær at síggja hesi sjáldsomu og virðiligu hús.

Hetta skrivar Tórshavnar kommuna í skrivi, sent miðlunum í dag.

Borgarstjórin hevur avgjørt at hava opið hús í Móttøkuhúsinum leygar- og sunnudagin komandi. Opið verður báðar dagarnar millum kl 14 og 16 og øll eru hjartaliga vælkomin. Borgarstjórin verður sjálvur í húsinum og greiðir frá.

Í húsunum er millum annað nógv umrødda fundarborðið, sum kommunan hevur keypt fyri 365.000 krónur (tó fær kommunan ein part av mvg-inum aftur).

 

Meira langlesnaður