Borgarstjórin ráðaleysur í skúlamálum

2016-07-26 09:20 Author image
Jákup Højgaard

Íkast til orðaskifti! 

Takki fyri dagsins heilsan frá borgarstjóranum. Hann er sær sjálvur líkur. Háðar og niðrur tey, sum pilka við hansara alsamt meiri maktfullkomnu atferð í øllum lutum. 

Hevði hann komið í orðaskifti um tey viðurskifti, sum eg umrøddi um Skúlan á Fløtum og Musikkskúlan, so hevði eg fegin tikið tráðin upp. Men hann slepti endanum.

Óivað er hetta tekin um, at hann ánar ikki, hvar hann sjálvur og skúlarnir flóta nú fáar mánaðir fyri næsta býráðsval, hóast teir hava verið á borðinum øll fýra árini.

Hetta er ikki bert eitt álvarsamt skot fyri bógvin hjá borgarstjóranum og samgonguni.

Hetta er ikki minni skot fyri bógvin hjá teimum, sum skúlarnir eru ætlaðir.  Og tað verða tey seinnu, sum fara at kenna sviðan av teimum vánaligu útlitum, sum nú eru fyri betri skúlaumstøðum.

Jógvan Arge varaborgarstjóri úr Tjóðveldi. 

placeholder

Meira langlesnaður