Samanber ES við Nazitýskland

2016-05-15 13:00 Author image
Dimma

- Napoleon, Hitler og onnur hava roynt tað, og tað endar altíð galið. ES roynir at gera tað sama, bara við eini øðrvísi tilgongd.

Hetta sigur fyrrverandi borgarstjórin í London, Boris Johnson, í samrøðu við blaðið The Telegraph. Hann er ein av argastu ES-mótstøðumonnum, og vil hava Bretland at taka seg burturúr europeiska felagsskapinum, sum Johnson heldur roynir at menna seg til ein superstat, við Rómverjaríkinum sum fyrimynd.

Boris Johnson heldur ein høvuðstrupulleika vera, at fólkið ikki hevur eina felagskenslu mótvegis takanum um eitt sterkt Europa, og tí er ætlanin dømd at miseydnast.

Tað er tó sjáldan, at tað loysir seg at draga samanberingar til nazistarnar og Hitler. Sum oftast rakar tílíkt aftur í høvdið, men tað leggur Boris Johnson einki í. Hann er ikki ein politikari sum teir flestu, og setir sína egnu dagsskrá. Hann situr í Undirhusinum, har hann umboðar teir konservativu, uttan tó at draga somu línu sum teir konservativu við David Cameron, forsætisráðharra, a odda.

Bretar skulu taka støðu til ES-limaskapin á fólkaatkvøðu 23. juni.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður