Boris Johnson vorðin uttanríkismálaráðharri

2016-07-14 10:08 Author image
Alda Nielsdóttir

Ein av leiðarunum fyri Brexit rørsluna, Boris Johnson, er vorðin uttanríkismálaráðharri í nýggju bretsku stjórnini hjá Theresu May.

Nógv høvdu væntað, at Boris Johnson fór at gerast formaður í Konservativa flokkinum, eftir at David Cameron boðaði frá, at hann legði frá sær. Tað var tí óvæntað, tá hann boðaði frá, at hann ikki fór at stilla upp til formansessin.

Umstríddi politikkarin hevur annars sagt ymiskt um aðrar stjórnarleiðarar, sum hevur verið tosað nógv um í ymiskum miðlum. Millum annað viðmerkti hann forsetan í Turkalandi, Erdogan, sera ógvusliga. Boris Johnson viðmerkti eisini Obama, og segði, at tað, at Obama var ímóti Brexit, var kanska tekin um hansara “anti–bretska uppvøkstur.” Tað, sum Boris Johnson sipaði til, var Obama er hálvur kenyanari.

Tað verður spátt, at Theresa May fer at velja ráðharrar úr báðum vongum í Brexit stríðnum, og valið av Boris Johnson er uttan iva ein roynd at savna flokkin. Flokkurin er kloyvdur í tvey, eftir at flokkurin ikki var samlaður í Brexit valstríðnum.

Boris Johnson visti kanska sjálvur, at hann fór at fáa eitt gott ráðharrastarv, tá hann ikki valdi at stilla upp til formann í Konservativa flokkinum.

Les meira um ruðuleikan í bretskum politikki á BBC ella The Guardian  

 

placeholder

Meira langlesnaður