Milliónir børn eiga børn

2016-05-17 12:30 Author image
Dimma

Alt ov nógvar smágentur í heimsins fátækastu londum verða giftar burtur og gerast við barn, meðan tær sjálvar eru børn.

Tað er boðskapurin hjá fleiri felagsskapum á ráðstevnuni Woman Deliver, sum er í Keypmannahavn hesa vikuna.

- Vit geva hesum als ikki nóg stóran ans, at børn eiga børn, sigur Anne Birgitte Albrectsen, stjóri í altjóða neyðhjálparfelagsskapinum Plan International.

Plan International vil vera við, at hvørt ár eiga 16 milliónir gentur undir 18 ár børn. Og ein millión av teimum eru 15 ára gamlar ella yngri. Tað er vanliga undir tvingsli; antin eru genturnar tvingaðar inn í hjúnalag ella til at hava samlegu við onkran uttan at vilja tað sjálvar.

Hvørt ár verða 15 milliónir gentur giftar burtur, meðan tær enn eru børn. Tað svarar til eina barnabrúður annað hvørt sekund, vísa tølini frá Plan International. Hesi hjúnabondini kunnu hava álvarsligar avleiðingar fyri genturnar, tí tær missa møguleikan fyri útbúgving, og ofta fáa tær eisini fleiri børn enn tær klára at forsyrgja.

Genturnar hava ikki einans verri møguleikar í lívinum, tær eru eisini í stórum vanda fyri at missa lívið.

- Tað er eingin ivi um, at tess minni tú ert, tess truplari er tað at bera eitt barn, sigur Anne Birgitte Albrectsen frá Plan International við DR.

Eisini aðrir felagsskapir sum Kvinfo og Læknar uttan landamørk siga seg stúra fyri stóra talið av gentum, sum verða giftar og fáa børn í fátækum londum.

Ráðstevnan Woman Deliver er í Keypmannahavn frá 16. til 19. mai. Fleiri umboð úr Føroyum luttaka á ráðstevnuni, og Dimmalætting fer at hava tilfar frá ráðstevnuni í næsta blaðnum.

placeholder

Meira langlesnaður