Bragdið í Baku

Bragdið í Baku

Júst 26 ár eftir fótbóltsbragdið í Landskrona framdi havnarmaðurin Helgi Dam Ziska eitt nýtt ítróttabragd á talvborðinum.

2017-04-28 08:27 Author image
Dimma

Á talvolympiaduni í Baku eydnaðist tað honum at telva seg til heitið sum stórmeistari. Men lunnarnir undir bragdið í Baku vórðu lagdir fyri nógvum árum síðani, tá hann sum smádrongur lærdi seg mannagongdina og fór at telva í kappingum. Nú telist hann millum túsund teir bestu telvararnar í heiminum.

 

 

Tólvti september er ein serstøk dagfesting í føroysku ítróttarsøguni. Júst hendan dagin í 1990 sigraði føroyska landsliðið á Eysturríki og skakaði fótbóltsaðalin á gamla evropeiska meginlandinum.
Fyrr sama árið, beint sum føroyingar riggaðu seg til at fara í føroysku klæðini og halda ólavsøku, sá eitt dreingjabarn dagsins ljós á fyrsta sinni. Og vóru hetjurnar frá Landskrona føddir mestsum við bólti fyri fótum, hevði nýføðingurin talv í blóðinum.
Meir enn fjórðingsøld seinni, í aserbadjanska høvuðsstaðnum Baku, situr ein evnaríkur ungur maður við talvborðið, og fyri hvønn leik nærkast málið. Tilvildin – ella lagnan, kanska – vil tað so, at dagurin er tólvti september.

Helgi Dam Ziska er fyrsti føroyski stórmeistarin. Leiðin hjá unga havnarmanninum er sum eitt talv, har hann tolin og nærlagdur hevur telvað leik fyri leik. Hóast afturstig stundum hava rakt meint, hevur ungi strategurin aloftast staðið í góðari støðu, og seinastu árini – í endatalvinum – hevur endaliga úrslitið virkað ósvitaligt, bert ein spurningur um tíð. Alt valdast kortini, eisini tíðin.

- Tað hevur verið ræðuliga leingi í gerð. Hetta hevur verið ein dreymur, serliga síðan eg fekk eitt gjøgnumbrot sum 15 ára gamal og gjørdist altjóða meistari árið eftir, sigur Helgi. Havnarmaðurin er tiltikin góður snartelvari, men hann tosar ikki serliga skjótt, og tykist hugsa seg um, áðrenn orðini fella. Hóast róligu medferðina, er als eingin ivi um, at nýklakti stórmeistarin fegnast um heitið.

- Eg merki eitt nøgdsemi. Tað er øgiliga torført at fegnast ordiliga, tá tú telvar. Tá tú ert liðugur við talvið, tekur tú í hondina á mótstøðumanninum, og reisir teg upp, sigur Helgi við einum smíli.
- Hinir sita enn og telva, so tú kanst ikki ordiliga skera í róp, men hetta er ein lætti.

- Tað er sum í fótbólti, tá annað liðið kemur á odda. Tað leggur seg aftur at verja, og so skorar mótstøðuliðið tvey mál. Tað er skítfarligt.

Trýstur, men í støðugari menning
Í sendingini “Tað er mangur leikur í longum talvi”, sum Suni Merkistein gjørdi fyri Kringvarpið í 2012, hoyra vit um, hvussu 10 ára gamli Helgi á súkklu mátti høgga í bremsurnar, fyri ikki at renna á tríggjar menn, ið vóru úti og spákaðu. Millum hesar var sjálvur Garry Kasparov, táverandi heimsmeistarin og ein av bestu telvarunum nakrantíð, sum var á vitjan í Føroyum um tað mundið. Helgi var júst byrjaður at telva, og hevði tískil longu flutt fyrstu leikirnar á talvferðini, ið nú hevur havt stórmeistaraheitið við sær.

Hetta heitið – Grandmaster á enskum – gjørdist kortini ikki veruligt í huganum á Helga fyrr enn nógv seinni. Hetta hóast hann sum bert 13 ára gamal í samrøðu við Tórð Mikkelsen í 3-2 segði, at hann ætlaði sær heitið.

- Tá var tað ikki eitt ítøkiligt mál, og eg hevði ikki ordiliga uppskriftina uppá, hvat skuldi til, greiðir Helgi frá.

Tað var í roynd og veru ikki fyrr enn hann heldur óvæntað vann sær fyrsta GM-normin í kapping í Riga fyri góðum trimum árum síðani, at stórmeistaradreymarnir gjørdust annað og meira enn júst dreymar hjá evnaríka telvaranum. Hetta var gjøgnumbrotið, og váttaði fyri Helga, at dreymurin var meira enn ein hugborg.

- Frammanundan hevði eg ikki ordiliga hugsað um GM-normar. Tá eg fór til eina kapping, hugsaði eg ikki, at “eg ætli mær at fáa ein GM-norm hesa kappingina”. Men tá kendi eg, at eg hevði lyft mítt støði og kendi, at heitið nærkaðist og gjørdist nógv veruleikakendari, sigur Helgi.

Samstundis sum kappingin í Riga ítøkiliggjørdi heitið, sum eingin føroyingur enn hevði megnað at leikt seg til, merkti fyrsti GM-normurin, at bæði Helgi og onnur talvhugað her heima bæði væntaðu og vónaðu, at annar og triði vóru á veg. Soleiðis legðist eitt ávíst trýst á unga telvaran, ið gjørdi, at hann – tá nýggjur GM-normur onkuntíð var í skotmála – tillagaði vanliga álopsstílin og telvaði meira afturhaldandi í avgerandi løtum.  

- So leggur man seg eitt sindur meira eftir at fáa úrslitið til høldar. Og man sær ofta í avgerandi talvum, at um onkur leggur seg ov nógv eftir einum javnleiki, so miseydnast tað, vísir Helgi á.

- Tað er sum í fótbólti, tá annað liðið kemur á odda. Tað leggur seg aftur at verja, og so skorar mótstøðuliðið tvey mál. Tað er skítfarligt. Eg haldi ikki, tað hevur verið ein trupulleiki undir kappingum fyrrenn í teimum síðstu umførunum, tá ið normarnir nærkast. Tá er ógjørligt ikki at verða ávirkaður, leggur hann afturat.

Síðstu árini hevur Helgi lisið hægri lestur í Edinburgh, og hann hevur tískil ikki fingið tikið lut í so nógvum kappingum, sum hann fegin vildi. Serlig krøv eru til kappingarnar og mótstøðuna, um møguleiki skal vera at fáa GM-norm. Hetta hevur gjørt, at Helgi bert hevur havt kjans til norm tvær ella tríggjar ferðir um árið. Soleiðis hevur hvør einstøk slík kapping fingið somikið nógv størri týdning.

- Tú ert burtur í tíggju dagar, og tað, sum er strævið, er, at tú skalt telva átta góð umfør fyri at hava møguleikan til normin í níggjunda umfari. Tú hevur vant nógv frammanundan, og tú hevur gjørt ein stóran innsats undir sjálvari kappingini. Tú brúkar eini tríggjar tímar at fyrireika teg til hvørt talv, áðrenn tú situr og telvar í eini fýra tímar afturat. Eg havi fleiri ferðir havt kravda avrikið fyrstu sjey ella átta umførini, og so er alt gloppið í níggjunda. Tað er tungt, tí so skal eg ígjøgnum somu mylluna einaferð afturat, greiðir Helgi frá.

Hann tykist ikki dáma at gremja seg, og fýlist eitt sindur á eina heldur negativa vinkling av eini samrøðu í einum føroyskum miðli fyri kortum, men tað kemst illa uttanum, at hann hevur ótolnast eitt sindur farnu árini.  

- Hesar kappingarnar, har eg havi verið nær við, hava verið vónbrot. Fyri einum ári síðan skuldi eg í síðsta umfari hava javnt ímóti einum sterkum telvara, og eg helt javnleikin heilt út í endatalvið. Men í góðari støðu gloymdi eg klokkuna og tapti upp á tíð. Tað talvið fór líkasum ígjøgnum høvdið nakrar ferðir teir næstu dagarnar og vikurnar, fortelur Helgi.
Jagstranin eftir GM-normunum er kortini bara ein partur av søguni. Síðstu árini er Helgi støðugt mentur sum telvari.

- Um vit hyggja eftir hvussu rating-gongdin hjá mær hevur verið, so sæst, at eg eri farin eini 20 stig upp um árið seinastu árini, sigur Helgi, og vísir á grafin á heimasíðuni hjá altjóða talvsambandinum, FIDE. Rætt er, linjan gongur støðugt uppeftir.
- Í donsku liðkappingini, har eg havi telvað nógv tey seinastu árini, er ikki møguligt at skora normar, so har hevur einki slíkt trýst verið á mær. Har havi eg kunnað savnað meg um at gera framstig. Somuleiðis havi eg vant saman við liðfeløgunum, sum eru millum teir bestu í Svøríki og Danmark, og tað hevur verið inspirerandi, sigur hann.

Telvarar eru ikki allir sum Fischer
Talvítróttin festi seg veruliga í almennu tilvitskuna, tá amerikanska flogvitið Bobby Fischer telvaði um heimsmeistaraheitið ímóti russaranum Boris Spassky í Reykjavík í 1972.

Fischer var ein serstakur telvari og persónur og eitt sindur av einum serskølti. Eftir at hava tapt fyrsta talvið móti Spassky, noktaði Fischer at telva framman fyri myndatólunum, og tapti uttan dyst. Spassky játtaði at telva triðja talvið avsíðis og uttan áskoðarar. Fischer vann, tvídysturin vendi og amerikanarin fór seinni avstað við endaliga sigrinum. Trý ár seinni misti hann heitið til Anatoly Karpov eftir ósemju við kappingarfyrireikararnar.

Eftir hetta avbyrgdi hann seg frá umheiminum, og gjørdi og segði ymiskt, ið bæði stoytti og skelkaði. Hann vildi vera við, at hann varð forfylgdur av jødunum, hann skuldsetti amerikansku stjórnina fyri at hava rikið seg í útlegd og eftir yvirgangsatsóknina móti World Trade Center í 2001 segði hann, at hetta vóru “frálík tíðindi”. Fischer er, meir enn nakar annar, vorðin ímyndin av løgna og asosiala telvaranum, sum ikki dugir at bera seg at millum fólk.

Helgi hevur brúkt seinastu fimtan árini í talvumhvørvinum, fyrst í Føroyum og síðan í stóran mun uttanlands. Hann heldur, at Fischer helst er atvoldin til, at telvarar verða hildnir vera eitt løgið fólkaslag, men skilir eisini partvís, hví hendan ímyndin enn livir.

- Tað eru nógvir løgnir telvarar til. Fyrstu ferð eg var til OL sum 15 ára gamal, helt eg, at talvumhvørvið var nakað fyri seg. Eg sá fleiri av teimum allarbestu í heiminum ganga har og mala, og teir tóktust rættuliga serligir, sigur Helgi og heldur fram.

- Men tað haldi eg ikki longur. Um man hevur 1000 fólk savnaði saman, so eru altíð nøkur, ið standa burturúr, og tað haldi eg ikki er serstakt fyri telvarar. Eg haldi, at telvarar duga at stuttleika sær og vera saman sum øll onnur.

Ungi stórmeistarin sær onga mótsøgn í at vera talvserfrøðingur, og at duga at stuttleika sær saman við øðrum og annars liva eitt lutfalsliga vanligt lív. Hann samanlíknar talvítróttina við eitthvørt fak á universiteti.

- Telvarar eru nørdar í sínum faki. Tú brúkar mestu av tínari tíð og orku uppá eitt spæl á 64 puntum. Tú lesur bøkur, greinar við telduforritum og kannar øll tey seinastu talvini, ið eru telvaði, førir Helgi fram.

- Ein orsøk til hesa ímyndina er Bobby Fischer. Hann var jú svakur, og tey flestu kenna og minnast hann. Men tey, sum eru serfrøðingar á einum øki, hava jú brúkt øgiliga nógva tíð upp á tað, og seta samstundis alt møguligt annað til síðis. Og í talvi má man gera størsta innsatsin sjálvur, so summir av teimum, ið eru blivnir ordiliga góðir, hava kanska ikki útviklað teir sosialu eginleikarnar.

Helgi tykist ikki teljast millum hesar, hóast hann hevur brúkt óteljandi tímar upp á telvingina, og nú er millum teir gott túsund stórmeistararnar í heiminum. Hinvegin hevur telvingin ment hann gjøgnum unglingaárini, tá hann ferðaðist nógv til kappingar uttanlands.

- Vit, eg og babba, byrjaðu at fara uttanlands til kappingar, tá eg var 13. Seinni, sum 17-18 ára gamal, byrjaði eg at fara einsamallur avstað. So líðandi knýtir man sambond, til dømis til OL, sum er annaðhvørt ár, og tað verður bara stuttligari og stuttligari at vera partur av talvumhvørvinum, sigur Helgi.
- Nú ferðist eg til kappingar saman við vinmonnum og liðfeløgum, og tað er hugaligari enn at ferðast einsamallur.


Talvungdómurin má fáa betri umstøður

Talv er serstakt. Tað er ikki einans ein einstaklingaítrótt, men eisini tað, ið ofta verður kallað hugaítrótt. Í flestu øðrum greinum spælir kropsligi parturin størri leiklut og er sjónligari enn í talvi, har ein góð kropslig støða heldur er fyritreyt fyri góðum avriki. Tað er ikki neyðturviliga ein mótsøgn millum leikin, ið fyrst og fremst gongur fyri seg í høvdinum, og kappingarpartin, har tað snýr seg um at vinna á mótstøðufólkinum hinumegin borðið. Helgi dugir væl at síggja báðar síður.

- Eg haldi ikki, at eg eri so kappingarsinnaður. Tá eg seti meg niður yvir av einum mótstøðumanni, ræður tað meir um at finna teir bestu leikirnar á talvborðinum enn at skula fáa hin niður í gólvið, sigur hann.

- Men sjálvandi er annað, sum ger seg galdandi, tá mann situr hvør sínu megin borðið. Sjálvandi hugsar mann, at “hann er í tíðarneyð” ella “hann tykist nervøsur” og so leggur mann meiri trýst á. Sjálvandi eru slíkir sálarfrøðiligir tættir, heldur Helgi. Nýklakti stórmeistarin orðaði seg beinrakið í “Tað er mangur leikur í longum talvi”. Tá segði hann soleiðis:
- Eg vildi sagt, at tað er ítrótt meir enn nakað annað. Tí at tað eru tveir mótstøðumenn, sum sita yvir av hvørjum øðrum, og mann roynir at vinna á hvørjum øðrum. Tað er tað, sum vigar tyngst. Sjálvt um tað ítróttarliga ikki sæst fysiskt, so er tað ein ítróttarligur andi yvir tí.

Helgi er uttan iva ein evnaríkur ungur maður, og hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Nevnast kann millum annað, at hann spældi violin í tíggju ár. Men hvat var og er tað so við talvi, sum talar so til dámliga havnarmannin?

- Eg helt tað vera øgiliga spennandi, og tað vóru so nógvir møguleikar og so nógvar byrjanir, sum mann kundi læra seg, sigur Helgi.

Tað tykist, sum dámar honum best, tá gongdin – í veruleikanum hevur tað fyri tað mesta verið framgongd – kann mátast og vigast.

Eg fari at gera tað sama, sum eg havi gjørt higartil. Eftir hvørja kapping at spyrja hvat riggaði væl, hvørjar veikleikar eg kann arbeiða víðari við. Tað góða við telvingini er, at tað er ovmikið av plássi til framhaldandi menning


- Tað var stuttligt at hava eitt ratingtal og síggja, at tað vaks. Soleiðis er nokkso lætt at seta sær mál við telvingini. Við violinspælinum er ikki eins lætt at seta sær ítøkilig mál. Ja, eg skal læra meg hetta ella hatta lagið, og eg kann siga, at eg dugi tað, tí eg megni at spæla tað eftir nótunum, men so er tað at fáa tað at ljóða betur og betur. Tað er ikki líka ítøkiligt, greiðir Helgi frá.

Stórmeistaraheitið er í øllum førum ítøkiligt, og Helgi sigur, at “eg kenni, at eg havi realiserað ein part av mínum potentiali.” Langtíðarmálið er rokkið, men Helgi veit, at í telving er mann ongantíð liðugur at læra.

- Eg fari at gera tað sama, sum eg havi gjørt higartil. Eftir hvørja kapping at spyrja hvat riggaði væl, hvørjar veikleikar eg kann arbeiða víðari við. Tað góða við telvingini er, at tað er ovmikið av plássi til framhaldandi menning. Eisini hjá Magnus Carlsen, sum í eini samrøðu fyri kortum segði, at hann ikki var bangin fyri at gerast troyttur av at telva, tí tað er altíð okkurt nýtt at læra, sigur Helgi. Havnarmaðurin vónar, at stórmeistaraheitið kann birta upp undir føroyskari telving, sum hevur áhuga millum ungdóm, men har umstøðurnar onkuntíð hava verið betri.
- Eg hopi, at hetta kann vísa ungum telvarum, at tað letur seg gera at blíva stórmeistari, og sjálvandi hevði tað verið stuttligt, um hetta kundi fingið fleiri telvarar til, sigur Helgi.

- Tað er týdningarmikið, at telvingin fær betri umstøður. Áhugin millum børn er stórur, til dømis telva tey í skúlanum, men nógva staðni hava tey einki felag at fara til. Havnar Telvingarfelag hevur eitt hús, sum er somikið soppafongt og illa farið, at tað kann ikki brúkast. Børnini mugu loftast av einum felagi, tí eg hevði neyvan varðveitt hugin sjálvur, um eg ikki var sloppin í eitt talvfelag, har eg møtti einaferð um vikuna til barnatelving saman við 20 øðrum eldhugaðum dreingjum. Tað er spell, um børnini ikki fáa tann møguleikan.

Tá føroyska fótbóltslandsliðið vann í Landskrona, breyt tað niður ósjónligar múrar, og slóðaði fyri stórari menning í føroyskum fótbólti og ítrótti sum heild. Júst 26 ár seinni hevur Helgi Dam Ziska tikið nýtt land. Um føroyingar skuldu valt ein ítróttartjóðardag, hevði tólvti september havt eina góða søk.


Tað søgdu tey um bragdið

- Eg kann til stuttleikar nevna, at sjálvur havi eg ein 10 ára gamlan son, sum bæði spælir fótbólt og telvar. Hjá honum eru bæði Gareth Bale og Cristiano Ronaldo stjørnur, men størsta av øllum stjørnum ert tú, Helgi. Tíni avrik seinastu árini fara uttan iva at kveikja eina sterka vón og geva neyðuga áræði hjá yngra ættarliðinum.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, í røðu til Helga


- Eg var noyddur at fara oman í gongina at støvsúgva, tí eg kundi ikki bara sita og hyggja eftir talvinum, eg mátti fara burturfrá eina løtu. Eg mátti fara heim klokkan trý ístaðin fyri klokkan fýra, tí eg gjørdi ikki nógv til nyttu tann síðsta tíman, meðan talvið gekk. Tað er bara so stórt, at ein dreymur gongur út, sum mann hevur vónað.

Andrias Ziska, pápi Helga, í samrøðu við KvF


- Vit vita øll, at hetta hevur ikki bara verið ein dansur á rósum. Onkrar løtur hava eisini verið einsamallar. Hetta hevur kravt nógv tol og nógv treiskni. Og tú hevur sagt nei til nógv annað. Hetta hevur kravt mest av tær sjálvum, tí øll, sum kenna nakað sum helst til talv, vita, at riddarin kann vera balstýrigur, og honum kann vera ringt at stýra.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, í heilsan til Helga


- Helgi – nógvar góðar røður hava verið, og nógv kundi verið endurtikið, men lat meg bert siga tað stutt her, at TSF tekur undir við hvørjum góðum orði, ið borið hevur verið fram. Tað hevur verið og er ein framíhjárættur hjá TSF at hava ein telvara sum teg. Tú ert vorðin stóra fyrimyndin hjá yngra ættarliðnum og ein stoltleiki fyri onnur. Ikki bert fyri tínar talvligu gávur, men so sanniliga eisini fyri tín fyrimyndarliga atburð og framburð sum menniskja.

Finnbjørn Vang, formaður í Talvsambandi Føroya, í røðu til Helga

- Ofta má mann fara frá. Tað fór eg eisini í dag. Eg fór niðan á oyggjarvegin við hundinum, gekk ein heilan tíma. Tá stóð Helgi væl, og tá blívur tað meira spennandi. So hundurin fær nógvar góðar túrar, tá Helgi er til talvkapping.

Pia Dam, mamma Helga, í samrøðu við 3-2


- Tað eru onkrir múrar, sum eru falnir. Tann mentali múrurin. Vit hava víst á, at vit kunnu klára okkum. Hann er nú ein av teimum allar frægastu telvarunum í øllum norðurlondum. Eg havi faktiskt ongantíð droymt um at blíva stórmeistari sjálvur. Tað ber næstan ikki til í okkara verð, hildu vit. Hetta er nakað heilt serligt, og Helgi er eitt unikum upp á tann mátan. Hann er heilt serligur.

Carl Eli Nolsøe Samuelsen, fyrrverandi føroyameistari í talvi og vinmaður Helga, í samrøðu við 3-2

 

Leikir á leiðini

2003:
- Eg gjørdist føroyameistari í snartalvi fyrstu ferð sum trettan ára gamal. Eg sjálvur og ræðuliga nógv onnur vórðu tikin á bóli av, hvussu væl tað gekk. Tað var nokkso óhugsandi, at eg brádliga skuldi vinna hesa kappingina.

2004:
- Eitt ár seinni fekk eg mín fyrsta IM-norm. Á eini stórari kapping í Danmark við útvið 300 luttakarum, endaði eg á deildum øðrum plássi (2.-16. pláss). Eg hevði ein góðan endaspurt, og endaði heilt har uppi. Tað var svakt.

2006:
- Eg bleiv Norðurlandameistari fyri fyrstu ferð í mínum aldursbólki undir 16 ár í 2006. Tað var sjálvandi øgiliga stórt. Føroyar senda tvey umboð í hvørjum aldursbólki, og tað var ein kapping, sum eg hevði verið við til ofta. At gerast Norðurlandameistari er jú ein fínur tittul.

2006:
- Ein mánað seinni fór eg til eina kapping í Reykjavík, har eg longu í fyrsta umfarinum vann ímóti Jan Timman, sum er fyrrverandi finalistur um heimsmeistaraheitið. Tann kappingin gekk heilt óvanliga væl. Eg bleiv sjúkur undan síðsta umfari – tað var nógv frammi í fjølmiðlunum – og kom til tað síðsta talvi við næstan 40 í fepuri. Eg mestsum lá niðri á borðinum, og hvørja ferð hann flutti, hugdi eg upp, og smekkaði bara til, tí eg hevði slett ikki orku at hugsa um leikirnar. So einaferð setti eg eina finnu í deyðan, men hugdi nærri eftir støðuni, og fann útav, at hon var eitt fínt offur. Og so kom eg eitt sindur fyri meg, tí mamma og babba bóru mær kleynur og kola yvir fyri at fylla meg við sukri. Eg raknaði við og vann talvið. Tá fekk eg mín annan IM-norm.

2013:
- Mín fyrsti GM-normur. Úrslitið var nøkur trin betri enn tey úrslit, sum eg hevði fingið frammanundan. Dagin eftir vann eg eina snarkapping, har tað vóru eini 70 luttakarar og 10 teirra vóru stórmeistarar. Eg vann hana rímiliga greitt, og tá kendi eg, at eg hevði lyft mítt støði. Eg minnist, at eg fór til kappingina saman við einum donskum vinmanni, og vit telvaðu í einum bygningi, har ein frisørsalong var á niðastu hædd. So segði eg bara til stuttleikar, at “um annar okkara fær ein GM-norm, so raka vit hárið av”. Eg hevði langt hár, hevði samlað í tvey ár, og tað var bara nakað, sum vit søgdu til stuttleikar. Vit trúðu ikki av álvara upp á møguleikan.

2016:
- Fyrr í ár vann eg EM fyri smátjóðir. Eitt úrslit, sum eg varð ræðuliga glaður fyri og nøgdur við. Tað var kvalifikatiónskapping til World Cup, og har skal eg so taka lut næsta ár. Hjá einum vanligum stórmeistara er tað ein stór uppliving at sleppa við til World Cup. Tað er ein knock-out kapping, har 128 telvarar sleppa við. Og so verður man paraður, telvar tvey talv og avgerandi snartalv, um tað stendur á jøvnum. Síðan eru 64 eftir, so 32 og so framvegis. At sleppa við har er ein uppliving.

 

Meira langlesnaður