Eitt vertsland í stórum trupulleikum er um at vera klárt

2016-08-01 11:46 Author image
Dimma

Nú einans fýra dagar og 12 tímar eru til olympisku leikirnir fara av bakkastokki í Brasil, er líkt til at tað er eydnast vertstjóðini at fáa tað mesta klárt. Men samstundis er greitt, at landið er í stórari kreppu, bæði fíggjarliga og moralskt, og at fólkið ikki er eins eldhugað, sum tað hevur verið, at taka ímóti nógvu gestunum.

Tá ið olympiski kyndilin kom til býin Angra dos Reis á sínari ferð til Rio de Janeiro, brustu bøtubardagar á, tí almenn starvsfólk, sum ikki hava fingið løn, royndu at fáa hendur á kyndilin og sløkkja hann, skriva altjóða fjølmiðlar. Tað vísir væl, hvussu leikirnir vera hildnir í skugganum á truplu støðuni, sum landið er í. Sambært tveimum óheftum meiningakanningum halda fleiri enn 60 prosent av brasilska fólkinum, at olympisku leikirnir gera størri skaða enn gagn.

Tað eru bert tvey ár síðan, at heimsmeistaraheitið í fótbólti varð hildið í Brasilia, og tað bøtti ikki um støðuna. Brasilia er í djúpari fíggjarligari og politiskari kreppu. Fólkið hevur ikki álit á sínum politikarum, og tey finnast harðliga at støðuni í landinum, har stjórnin brúkar milliardir upp á at vinna ítróttarliga prestigu, meðan sjúkrahús bløða og almenn starvsfólk ikki fáa sína løn.

Mutur er gerandiskostur í Brasilia, og kriminaliteturin er stórur í Rio, har leikirnir skulu haldast. Tí eru tíggjutúsundtals hermenn og politistar settir á gøturnar fyri at tryggja lóg og landaskil, meðan leikirnir fara fram frá 5. til 21. august. Og nú tað av álvara nærkast, sær hóast alt út til, at Rio de Janeiro er um at vera klárt. Men tað er ikki meira enn akkurát.

Fyri góðari viku síðan ljóðaði, at sjálvur OL-býurin, har ítróttafólkini skulu búgva, var eitt byggipláss, har vatnið rann niður eftir veggunum og el-veitingar lógu opnar. Tað bar ikki til at skola niður á vesunum, og einki vatn var í kranunum, staðfesti danska ferðaliðið, sambært Politiken. Men ein herur av handverkarum varð sendur inn at bøta um, og nú er líkt til, at tamarhald er á støðuni.

Tað er tó alt annað enn tamarhald á støðuni í statinum Rio. Skuldin hjá Rio er nú komin upp um 37 milliardir krónur, lønargjaldingar og pensjónir eru seinkaðar, og sjúkrahúsini mangla pengar til at keypa heilivág. Rio er fíggjarligari undantaksstøðu, men tá ið leikirnir byrjað verður kortini væntað, at alt fer at síggja út sum tað plagar tær tríggjar vikurnar, meðan OL fer fram.

Kappingin fer fram í fýra umráðum -  Barra, Copacabana, Deodoro and Maracanã – og alt verður knýtt saman við einum hátøkniligum ferðsluneti. Næstan helvtin av øllum ítróttarfólkunum vera før fyri at koma til sítt ítróttarøki innan 10 minuttir, og 75 prosent innan fyri 25 minuttir, siga fyrireikararnir.

placeholder

Meira langlesnaður