Breið semja fingin um fiskidagarnar

2016-08-17 10:52 Author image
Dimma

Tingfundurin um fiskidagarnar komandi ár dregur út. Løgtingsformaðurin tók júst nú orðið, har hann boðaði frá, at meirilutin í vinnunevndini hevur lagt fram broytingaruppskot.

- Talan er um eitt hampuliga drúgvt broytingaruppskot, segði Páll á Reynatúgvu tingformaður, sum segði seg noyðast at niðurleggja fundin, so tingfólk kunnu seta seg inn í tað. Fundurin verður uppafturtikin klokkan 11.15.

Hetta broytingaruppskotið byggir á, at semja er gjørd millum samgonguflokkarnar og Sambandsflokkin, Miðflokkin og Nýtt Sjálvstýri um ásetingina av fiskidøgum fyri fiskiárið 2016/17.

Flokkarnir eru ymiskir á máli um, hvussu setningurin um at røkka lívfrøðiliga burðardyggum fiskiskapi kann røkkast í verki. Men flokkarnir eru samdir um, at fiskastovnarnir skulu røkjast burðardygt.

Hartil eru flokkarnir samdir um at mæla landsstýrismanninum til at virka fyri, at í samstarvi við Havstovuna og vinnuna kunnu fleiri og regluligar royndir gerast við fiskiskapi undir Føroyum til tess at tryggja enn meiri vitan um vistskipan og ymisku fiskastovnarnar.

Í hesi semjuni verður uppskotið frá landsstýrinum broytt soleiðis:

-  Minkingin í fiskidagatalinum hjá bólki 3 og 4 verður sett til 15%, og tillagingarpuljan til 7,5% av samlaða dagatalinum í bólkinum. Fyri bólk 5 verður minkingin sett til 10%.

-  Hartil verður eitt uppískoyti gjørt í skipanini við atliti til tey før, ið hava roynt á fjarleiðum og tískil ikki hava troytt so nógvar fiskidagar á Føroyagrunninum. Í atgongdini til eyka fiskidagar, ið er grundað á brúktar fiskidagar í verandi fiskiári, verða dagarnir, sum førini hava roynt á fjarleiðum, roknaðir uppí brúkta talið í lutfallinum 3:1.

 

placeholder

Meira langlesnaður