Letur upp aftur 20. mars

2017-03-09 12:10 Author image
Sigmund Vang

Endurnýtslan letur eftir ætlan uppaftur mánadagin 20. mars. Hetta er treytað av, at kranin, sum fekk eldskaða í vikuskiftinum, aftur riggar, upplýsir Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni.
Matvøruhandlar og matvøruvirki við løggilding eru tey einastu, sum kunnu lata rusk inn í løtuni.
Frá Endurnýtsluni verður sagt, at tey heita á fólk um ikki at koma í einum trunka, tá ið Endurnýtslan letur uppaftur. Góð 500 tons hópa seg upp hjá fólki hesar báðar vikurnar, nú fólk umvæla brennistøðina. Tí er tað skilagott at vera tolin, so øll hesi tonsini ikki verða koyrd á Endurnýtsluna beinanvegin, verður sagt.
Húsarhaldsruskið verður heintað sum vanligt, nú Endurnýtslan er stongd. IRF brennur hetta burturkastið, eini 250 tons.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður